Leygardagin upprann stóri dagurin hjá 16 ára gamla norska stórtalentinum, Martin Ødegaard, tá ið hann fekk debut fyri Real Madrid. Hetta var í dystinum hjá eykaliðnum, Real Madrid Castilla, ímóti Athletic Bilbao B.
Venjari hansara, navnframi Zinedine Zidane, setti hann á vøllin fyri Álvaro Giménez tá ið 71 minuttir vóru spældir. Real Madrid Castilla var tá á odda 2-1, men dysturin endaði við 2-2-javnleiki. Real Madrid Castilla er tó framvegis á odda í triðbestu deildini, Segunda B.
Fleiri norskir fjepparar vóru til staðar til dystin, og sambært frásagnum á staðnum vísti Ødegaard síni kynstur við fleiri góðum driblingum og samanspølum. Hinvegin misti hann eisini nógvar bóltar og frásagnirnar siga, at hann hevur eina trupla byrjan.