Tað er eitt vánaligt politiskt handalag, og ein undarligur illvilji ímóti fámjingum, sum er orsøkin til, at fámjiningar ikki fáa tunnil hesi fyrstu nógvu árini. Tað sigur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá fleiri tingmonnum, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjins nú.
Tað eru tingmenninir, Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Kári P. Højgaard og Magni Laksáfoss, sum hava lagt uppskotið fram, og nú Fíggjarnevndin er liðug at viðgera tað, er greitt, at meirilutin í nevndini tekur undir við tí.
Í fjør fekk Landsverk útgerð at bora tunlar við, men teir fýra tingmenninir, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen vísir á, at nú hevur boriútgerðin longu staðið óbrúkt í átta mánaðir.
Tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlaði hann at tunnilin til Fámjins skuldi vera tann fyrsti tunnilin, Landsverk skuldi gera við boriútgerðini tey fingu í fjør. Men restin av samgonguni tók hann av ræðið, tí tey vildu heldur, at tunnilin til Dals skuldi vera tann fyrsti.
Hevði Henrik Old fingið sín vilja, hevði Fámjinstunnilin verið liðugt boraður í summar, staðfestir meirilutin í Fíggjarnevndini. Men tað vildi samgongan ikki, og nú hevur útgerðin staðið óbrúkt í átta mánaðir, orsakað av vánaligum politiskum handalagi og einum løgnum illvilja móti fámjiningum, siga teir.
Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru tey trý umboðini fyri samgonguna, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, ásannar, at tað fara at ganga nógv ár hjá Landsverki at bora nakrar tunlar, tí játtanin til endamálið er so lítil.
Tí halda tey, at íløguætlanin fyri í ár eigur at verða endurskoðað sum skjótast við tí fyri eyga at staðfesta, hvørt løgur ikki fara at verða gjørdar, men fara at verða útsettar, tí so kann játtanin til Landsverk at bora tunlar fyri, verða hækkað.
– Í løtuni eru fýra tunlar í gerð, ella er við at fara í gongd og tey í minnilutanum halda ikki, at tað er ráðiligt at fara undir enn ein tunnil við teirri avleiðing, at tunlarnir Norður um Fjall enn einaferð fara aftur um í røðini.
Haraftrat halda Helena Dam á Neystabø og Ruth Vang, at nú farið verður undir at bora Hvalbiartunnilin, eigur grótið úr Hvalbiartunlinum at verða brúkt til vegaføringina í sambandi við Famjinstunnilin.
Somuleiðis vil Pauli Trond Petersen hava Løgtingið at seta eitt áramál á, nær tunlarnir til Tjørnuvíkar, Gjáar og Fámjins skulu verða liðugt boraðir. Skulu hesir tunlarnir verða liðugir í 2025, má samgongan seta pening av til endamálið á íløguætlanini, sum skal gerast nú í vár, so at fólkið á hesum plássum sær, at nú hendir nakað veruligt.