Løgreglan tók í gjár ein bilførara fyri at yvirhála ein annan bil í Norðoyatunlinum. Bilførarin varð tikin og skuldsettur fyri tað, og tá kostaði honum 1.500 krónur í bót umframt eitt klipp í koyrikortið.
Eisini tveir bilførarar á Argjum fingu kipp í koyrikortið. Tá var tá løgreglan máldi ferð á Glyvursvegnum, sum er vegurin frá rundkoyringini við ovaru brúnna út á Argir og niðan á Hamaran. Annar bilførarin koyrdi 73 km um tíma, hin koyrdi 74 km um tíman. Teir fingu báðir bót og klipp í koyrikortið.
Ein ótolin bilførari á Hvítanesvegnum í Havn fekk bót fyri at koyra upp á gongubreytina inn um bilarnar, sum stóðu og bíðaðu við ferðsluljósini. Hann fekk bót fyri tað.