Fekk prógv nummar 2000

Í ár vórðu 17 HF-prógv og 65 studentsprógv útskrivað og handað til hátíðarhaldið, sum Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy skipaði fyri í Ítróttarhøllini á Kambsdali hin 28. juni.

Triðja prógvið, sum varð handað í ár, var prógv nummar 2000, sum er útskrivað frá Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Tað var Jónleif Danielsen, sum var tann hepni, ið fekk hetta søguliga prógv frá skúlanum – og eitt blómutyssi saman við.

- Skúlin byrjaði sítt virksemi í 1982 í hølunum við Gøtugjógv og flutti í nýbygning á Kambsdali summarið 1993. Nú 30 ár eru liðin, kann sigast, at hesin pionerskúli er vaksin nógv í næminga- og læraratali, og millum lærararnar eru so við og við eisini fleiri, sum sjálvir hava verið næmingar á skúlanum. Skúlin er í dag ein stovnur, sum hevur havt og framvegis hevur stóra ávirkan á virksemið og trivnaðin í økinum.

Tað verður sagt um Studentaskúlan á HF-skeiðið á Kambsdali, nú skúlin hevur handað prógv nummar 2000.

Lagt verður aftrat, at eftir nøkur ár við Gøtugjógv, var greitt, at onnur og betri høli máttu til. Eftir drúgva togan um, hvar skúlin skuldi vera, varð spakin í 1991 settur í á Kambsdali, undir liðini á Handilsskúlanum og tætt við ítróttarhøllina.

- Teir sera trongu fíggjarligu karmarnir fyrst í 1990-árunum gjørdu, at bygt varð minni enn ætlað, og eitt nú varð samkomuhøllin spard burtur. Men nøkur ár seinni varð høllin tó bygd og hevur síðani verið karmur um mong spennandi tiltøk og hugnaliga samveru í gerandisdegnum, verður sagt av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali.