Fongsul í sjey ár og útvístur úr Føroyum fyri lívið. Tað var dómurin, sum tann 25 ára gamli ákærdi maðurin í stóra rúsvevnamálinum fekk í nevningatinginum í Føroya Rætti
Klokkan 22:30 í kvøld kunngjørdu nevningarnir dómin, sum tann 25 ára gamli íslendski maðurin, sum hevur verið í nevningatingið hesa vikuna í Føroya Rætti, fekk.
Hann varð dømdur sjey ára fongsul, og hann sleppur ongantíð aftur til Føroya. Hetta var harðasta revsing hann kundi fáa, tí hann kennir seg meira heima í Føroyum enn í Íslandi, hóast hann eingi tøtt skyldfólk hevur í Føroyum.
Maðurin verður sitandi í fongsli, meðan hann umhugsar, um hann skal kæra dómin.