Arbeiðsskaði
Ein blaðungur maður fekk í vikuni álvarsligan skaða í høvdið umborð á norska svartkjaftaskipinum, Hargun. Maðurin bløddi illa, og tørvur var á at flyta hann á sjúkrahús beinanvegin.
- Vit fingu fráboðanina mikumorgunin, 17. apríl kl. 11.00, sigur Sjóbjargingarstøðin, MRCC-Tórshavn í tíðindaskrivi.
Hargun, ið er av sama skipaslag, sum Christian í Grótinum, var staddur einar 107 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi, tá ið óhappið hendi.
- Skiparin á Hargun varð ígjøgnum Tórshavn Radio settur í samband við Landssjúkrahúsið til tess at greiða lækna frá støðuni, sigur Sjóbjargingarstøðin, sum hevur til uppgávu at samskipa leiting og bjarging í føroyskum sjóøki.
MRCC-Tórshavn bað tyrluskiparan hjá Atlantsflogi gera BELL 412 tyrluna út til at fara eftir manninum. Síðan kunnaði Sjóbjargingarstøðin Tjaldrið, løgregluna, Færøernes Kommando, Landssjúkrahúsið og flogvøllin um støðuna og kannaði eftir, hvørja útgerð tyrlan skuldi hava við sær út til svartkjaftatrolaran.
- Síðan sendu vit tyrluna avstað, sigur MRCC.
Og skjótt gekk, má sigast, tí longu um middagsleitið var tyrlan hjá Hargun.
- Í samskifti við vakthavandi lækna á LS varð avrátt av flúgva mannin beinleiðis á Landssjúkrahúsið, har hann nú er innlagdur og livir eftir umstøðunum væl, sigur Sjóbjargingarstøðin.
Arbeiðsskaði
Sosialurin royndi at fregnast hjá MRCC, hvat veruliga hendi unga fiskimanninum umborð á Hargun, men tað høvdu teir ikki fingið at vita.
- Okkara uppgáva var at fáa mannin undir læknahond sum skjótast, og tað eydnaðist tíbetur bæði skjótt og væl, sigur MRCC.
Sum skilst, varð norski fiskimaðurin raktur av einum arbeiðsskaða, sum endaði í øllum góðum.