Fekk tríggjar pentur eftir dystin

Ógvusligasta hendingin í Gundadali sunnudagin var uttan iva, tá Rógvi Jacobsen og Meinhardt Jacobsen rendu saman. Hetta tá Rógvi elti eina langa sending, sum KÍ-málverjin hinvegin royndi at rudda burtur.
- Eg haldi, at vit báðir eru púrasta fokuseraðir upp á bóltin. Fyri mítt viðkomandi kann eg bara siga, at eg roknaði við, at eg hevði møguleika at stúta bóltin í netið, og tí satsaði eg alt. Meinhardt heldur helst tað sama, og so renna vit beint í hvønn annan, sigur Rógvi Jacobsen um tilburðin.
Tað sá ógvusligt út, tá Rógvi varð liggjandi, bløðandi, á vøllinum, men sjálvur var hann mest sum alt fyri eitt greiður um, at hann fekk spælt víðari.
- Eg var eitt lítið sindur í ørviti, men eg visti, at talan var ikki um heilaskjálvta. So eftir at hava fingið bandasju um høvdið, var eg klárur at fara aftur á vøllin, sigur Rógvi.
KÍ-málverjin mátti hinvegin fara av vøllinum við heilaskjálvta. Báðir vórðu spælararnir á Sjúkrahúsinum um kvøldið, har løstirnir vórðu seymaðir.