Vørn: Helena fekk ongantíð fiskiloyvi
Elmar Højgaard er stjóri á Vørn, sum hevur givið loyvi til tey línuskip, ið hava fingið loyvi at fiska av kvotuni í Grønlandi í ár.
Hann váttar, at Helena ikki hevði loyvi at fara til Grønlands tá loyvini blivu útskrivað, men at hon var komin uppá listan áðrenn.
Nú verður dýrari at fara í svimjihøllina í Havn
Prísirnir í Svimjihøllini í Gundadali eru ikki broyttir síðani 2009, men nú heldur býráðið, at tað er hóskandi at hækka teir.
Endamálið við tí er byrgja fyri, at hallið av at reka svimjihøllina ikki verður ov stórt, tí tað, sum manglar í, má játtast í fíggjarætlanini hjá býráðnum. Men endamálið er eisini at slóða fyri, at menna tilboðini, sum eru í svimjihøllini.
Reiðari: óheppið at óvirkin skip fáa lut í kvotuni
Kristian Martin Petersen, reiðari, hevur funnist at mannagongdini í samband við útluting av loyvum hjá línuskipum, ið geva atgongd til fiskiskap eftir botnfiski í eysturgrønlandi.
Eg kann siga somikið sum, at nú hava vit staðfest, at nakrar mannagongdir og viðgerðir ikki hava verið nøktandi á Fiskimálaráðnum, sigur Høgni Hoydal, eftir at hann í gjár almannakunngjørdi frágreiðingina, ið var gjørd í samband við flyting av veiðiloyvum.
Hevði ikki loyvi at taka parkeringsskelti niður
Hóast Heðin Mortensen var borgarstjóri, fór hann út um mark, tá ið hann syrgdi fyri, eitt parkeringsskelti í eini gøtu í Havn var tikið niður
HB: 100 spælarar á vøllinum í senn
- Tað er ein stórur trupulleiki, tá vit hava so nógv børn á vøllinum í senn. Vit verða noydd at skipa venjingina í smáum økjum. Tað gevur nakrar styrkir, men vandin er at spælararnir ikki sleppa at spæla á størri økjum, og venjararnir hava verri við at fylgja tí einstaka vspælaranum, sigur Milan Cimburovic.
Oddafólkini í gamla Eik skulu nú í rættin
Føroya Rættur hevur sett gomlu oddafólkini í kollsilgda Eik banka at møta í rættinum í komandi viku. Tað merkir, at mánadagin komandi møtast hesi í rættinum eftir fleiri árum av fyrireikingum til rættarmálið.
Føroyski U-21 landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen, fekk í vár sítt gjøgnumbrot á liðnum hjá Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Hann spældi tá fleiri dystir frá byrjan, og kom eisini á máltalvuna nakrar ferðirnar.
Men móti endanum av kappingini bragdaði ikki eins væl hjá føroyska leikaranum, sum fekk heldur soltið av spælitíð tá.
Ætlanin á Sundi endaliga samtykt
Tórshavnar Býráð samtykti fyri løtu síðani, at grótið frá Eysturoyartunlinum skal nýtast til ídnaðarøkið á Sundi.
Tað var ein fullur býráðssalur í kvøld, tí kaldbaksfólk vóru komin á fund í royndini at fáa býráðið at broyta kós. Tað eydnast tó ikki