Felag fyri fólk, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu í Føroyum, varð stovnað í Havn frígjaddagin.
Fólk, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu hittust á kunningarfundi á Føroya Tele seinnapartin fríggjadagin. Eftir fundin varð føroysk deild av danska landafelagnum formliga stovnað, og nevnd varð vald. Triggir nevdarlimir vóru valdir fyri tvey ár, og tveir fyri eitt ár í fyrsta umfari. Soleiðis slepst undan, at øll nevndin verður skift út í senn.
Eini 25-30 fóolk umboðandi ymisk feløg og stovnar vóru á fundi, og tá felagið var stovnað, høvdu 14 fólk teknað seg sum lim. Stigtakararnir siga, at teir vænta størri undirtøku sum frálíður.
Í fyrstu nevndina, sum skipaði seg á fundi einnapartin mánadagin, komu Árni Jakobsen, umboðandi verkfrøðingafelagið Sofus M. Jakobsen, Kári Dahl Christiansen, Føroya Tele, og Regin V. Dalsgaard, Isuus Mobil, sum vórðu valdir fyri tvey ár. Umframt teir vórðu Sigurd Lamhauge, Norðoyartunnilin, og Súni Christiansen, Landsverk, valdir fyri eitt ár.