Feløgini Pinkubarnadeyði og Berin eru nú eitt og sama felag. Tað verður boðað frá í tíðindaskrivi í samband við eitt stuðulstiltak, ið feløgini skipa fyri sunnudagin.
Felagið Pinkubarnadeyði hevur í nógv ár verið eitt sjálvstøðugt felag, sum millum annað hevur skipað fyri eini árligari gudstænastu til minnis um pinkubørn sum eru deyð.
Endamálið við felagnum hevur verið at hjálpa teimum, sum hava mist pinkubørn og at geva teimum møguleika at koma saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Tað hevur tó verið ógvuliga tungt at rikið felagið, og tí hevur Berin tikið yvir, soleiðis at Felagið Pinkubarnadeyði nú er undir Beranum.
”Gloym meg ei”, er heitið á stuðulstiltaki, sum Berin og Felagið Pinkubarnadeyði skipa fyri sunnudagin kl. 16 í Reinsarínum í Havn.
- Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum, sigur Felagið Pinkubarnadeyði.
Vegna stigtakararnar fer Oddvør Poulsen, leiðari, at siga nøkur orð og Eyðun Christiansen fer eisini at greiða frá, hvussu Berin hjálpti hansara familju, tá tey mistu eitt barn.
Millum teirra, ið framføra á tiltakinum eru Jessica Hallursdóttir Joensen, Jens Marni Hansen, Elinborg Pálsdóttir og Tummas Eivind og Hans Arni við bólki.
Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til at gera upplýsandi tilfar til foreldur ið missa pinkubørn, og til avvarðandi teirra.