- Felagið hevur verið alt ov afturlatið, og tað liggur alt ov nógv arbeiði á láni.
Hesi eru fyrstu orðini, ið Jóhan Carl Dam hevur at siga um orsøkina til, at hann hevur valt at stilla upp.
Sjálvur annar stillar hann upp til formansvalið í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini, men nú heldur hann, at tíðin er komin at fara í hægsta sess í felagnum.
Jóhan Carl hevur verið limur í Havnar Arbeiðsmannafelag í nógv ár. Seinastu nógvu árini hevur hann koyrt lastbil fyri Tórshavnar Kommunu. Hann hevur í fleiri ár verið álitisumboð hjá starvsfólkunum hjá landsins størstu kommunu.
Fleiri kenna hann óivað eisini frá ítróttinum, har hann hevur verið aktivur í HB - kanska serliga sum dómari í nógv ár.
Talan er um eitt lønt starv, at vera formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Vanligt hevur kortini ikki verið, at formaðurin sigur arbeiðið frá sær, ið hann hevur. Orsøkin er tann, at starvið sum formaður er tíðaravmarkað.
Nóvar ætlanir
Jóhan Carl hevur sett sær fleiri mál, sum hann ætlar sær at virka fyri sum formaður. Øll heldur hann vera neyðug.
Talan um er bæði um internar broytingar og kanska serliga fíggjarligar broytingar.
- Fyri tann tímalønta er hvør króna týdningarmikil, og vit mugu skapa betri kor fyri okkara limir, sigur Jóhan Carl Dam.
Pengarnir, limirnir gjaldast inn, skulu geva størri avkast. Hetta skal gerast við, at pengarnir skulu setast í virðisbrøv ella annað, ið kann geva rentu.
Meira skal eisini fáast burtur úr eftirlønargrunninum.
Satsurin á yvirtíðini skal broytast, soleiðis at tey 35% verða broytt til tey 50.
Á trygdarøkinum tosar Jóhan Carl um eina bráðfeingistrygdarskipan og betri útbúgving til álitis- og trygdarumboð. Tað er fatanin hjá Á Carl, at ein tílík trygdarskipan ikki nytist at gerast so dyr fyri felagið og limirnar.
Internt vil Jóhan Carl hava felagið gjørt meira opið.
- Felagið hevur verið alt ov afturlatið. Hetta hevur verið galdandi bæði fyri vanligar limir og nevndarlimir, sigur Jóhan Carl.
Hann nevnir sum dømi, at hann ikki hevur kunnað arbeitt á skrivstovu felagsins, men hevur gjørt alt fyrireikandiarbeiði í sambandi við felagið heima hjá sær sjálvum.
Sambært Jóhan Carl skal felagið gerast meira opið, limirnir skulu fáa størri kunnleika, og úteftir skal felagið vera meira sjónligt.
Somuleiðis hevur Jóhan Carl ta fráboðan, at limirnir í felagnum ikki hava verið behandlaðir eins.
Mín uppfatan er, at limirnir ikki verða behandlaðir eins. Munur verður gjørdur á eftirnøvnum og politiskum liti, sigur Jóhan Carl.
Somuleiðis er formansvalevni misnøgdur við, hvussu hann er vorðin behandlaður í sínum egnum felag í samband við valstríðið.
Sum heild metir Jóhan Carl, at felagnum tørvar stóran bata.
Latið pappír
Valstríð hevur Jóhan Carl ført á tann hátt, at hann hevur verið runt um kring hjá teimum ymsu arbeiðsplássunum og latið nøkur skriv liggja, har hann greiðir frá, hvat hann stendur fyri.
- Tað er týdningarmikið fyri meg, at hetta valið verður avgreitt erliga og reiðiliga, og vit fáa eini demokratiska prosess, sigur Jóhan Carl.
Hann sigur seg ikki kunna siga, hvønn limirnir fara at peika á leygardagin.
Hjá Jóhan Carl er valið eisini avgerandi átann hátt, at hann ætlar ikki at halda fram í nevndini, um hann ikki gerst formaður. Hann stendur fyri valið á aðalfundinum, men hann metir ikki nakra orsøk vera at halda fram, tá stevið í nevndini hevur verið so mikið vánaligt, eftir hansara tykki.
Fakta
Navn: Jóhan Carl Dam
Aldur: 54
Starv: Koyrir lasbil hjá Tórshavnar kommunu
Hjúnastøða: Giftur og eigur tvey børn
Í Havnar Arbeiðsmannafelag: Verið limur síðani 16 ára aldur til nú. Virkin í nevndini í 2 ár.