Felagið Føroyskir tannarøktarar stovnað

Leygardagin 25. okt. 97 bleiv felagið Føroyskir tannarøktarar stovnað.


Felagið virkar sum ein áhugabólkur undir Starvsmannafelagnum. Á stovnandi aðalfundinum varð nevnd vald. Í hana komu Anna Brattaberg Samuelsen, formaður, Eina Gudmundsen, kassameistari, Berghild Gullaksen, skrivari og Alma Hansen, tiltakslimir.

Starvsmannafelagið tekur sær av øllum fakfelagsmálum, meðan áhugabólkurin hjá tannarøktarunum tekur sær av tí fakliga partinum.

Tannarøktarar verða útbúnir á tannlæknaháskúlum. Í mai 1996 kom nýggj lóg í gildi í Danmark, sum gevur tannarøktarum loyvi til at arbeiða sjálvstøðugt. Henda lóg er ikki galdandi í Føroyum enn, men kemur væntandi í gildi skjótt.

Í samband við hesar broytingar er tannarøktaraútbúgvingin longd við einum hálvum ári. Víðkanin av útbúgvingini skal m.a. nýtast til at læra at leggja doyving.

Teir tannarøktarar, sum eru útbúnir eftir gomlu skipanini mugu tískil á skeið í Danmark at læra at leggja doyving. Teir fyrstu 5 tannarøktararnir tóku hetta skeið í apríl í ár og eru teir: Alma Hansen, Berghild Gullaksen, Emma Jacobsen, Herborg G. Foldbo og Dagmar Leonson. Hinir tannarøktararnir fara á skeið komandi ár.


Upplýsing og

fyribirging

Tannarøktarar arbeiða við upplýsing og fyribyrgjandi arbeiði innan tannarøkt. Í dag eru 12 tannarøktarar út við heilsusystur á vitjan hjá smábarnafamiljum, vitja á barnagørðum, undirvísa starvsfólkum og búfólki á sjúkrahúsi ellis- og røktarheimum.

Um onkur ynskir at fáa meira at vita um tannarøktarafakið, kunnu fólk venda sær til ein av tannarøktarunum.