Felags handverksmeistarafelag í Suðuroynni

Tað hava higartil verið tvey lokalfeløg í suðuroynni, Vágs og Tvøroyrar handverksmeistarafeløg, men seinnu árini hevur einki virksemi verið í feløgunum.
Tí tóku handverksmeistarar í oynni hava stig til at stovna eitt felags lokalfelag fyri alla Suðuroynna, og á fundinum í seinastu viku nvar góð undirtøka fyri ætlanini.
Í nevndina í nýggja felagnum eru valdir Mortan Mortensen, formaður, Júst Johannesen, næstformaður, Gudmund Larsen, skrivari, Hans Olaf Johannesen og Andrias Holm
Nýggjar nevndir vórðu eisini valdar í hesi feløgini við tí endamáli at fyrireika uppskot til ein komandi eykaaðalfund um avtøku av feløgunum.