Sunnudagin 27. november klokkan 16 bjóða Havnar Hornorkestur og Harmoniorkestrið GHM til konsert í Hoyvíkar kirkju. Hetta er fyrsta konsertin, ið orkestrini hava í Hoyvíkar kirkju.
Havnar Hornorkestur, sum er stovnað hin 13. februar í 1903, fer millum annað at framføra verkið Resurgam av Eric Ball. Hetta er eitt upprunaverk til hornorkestur, ið Eric Ball skrivaði í 1950. Verkið verður mangan brúkt til hornorkesturkappingar.
Skráin hjá Harmoniorkestrinum GHM, sum er stovnað hin 14. mars í 1992, verður merkt av, at jólini eru í hondum. Spældur verður jólatónleikur og annar lættur tónleikur, ið eyðkennir orkestrið.
Harmoniorkestrið GHM er eitt sera aktivt orkestur í tónleikarlívinum í Havn.
- Á konsertini sunnudagin stjórnar Ove Olsen Havnar Hornorkestri, og Jens Knudsen stjórnar Harmoniorkestrinum GHM. Konsertin er ókeypis og eru øll hjartaliga væl komin, verður sagt í tíðindaskrivi.