Hans Erland í Brekkunum leggur frá sær tann 1. apríl eftir at hava verið skúlastjóri við Felagsskúlanum á Oyrarbakka síðan 1. januar 1974.
Felagsskúlin á Oyrarbakka byrjaði sum eitt kommunalt samstarv í 1971, tá næmingar úr kommununum fram við Sundalagnum, Saksunnar, Eiðis, Haldarsvíkar og Gjáar kommunu byrjaðu skúlagongd í gomlu skúlunum við Norðskála og á Oyri. Seinni vórðu fleiri stovur innrættaðar í barnaskúlanum á Oyrarbakka, hagar síðan varð flutt. Sum flokkatalið vaks, varð neyðugt eisni at fara til Hvalvíkar við einum flokki.
Ætlanin var alla tíðina at byggja ein nýggja skúla á Oyrarbakka, og í 1973 varð avtala gjørd við norsku fyritøkuna Bloch Vatne um bygging av einum skúla, sum skuldi standa oman fyri verandi bygdarskúlan á Oyrarbakka. Hetta arbeiðið gekk skjótt, og 31. mars 1974 var skúlin vígdur.
Fyrstu næmingarnir fingu realprógv á Oyrarbakka á sumri 1974. Tann fyrsti flokkurin fekk sostatt bara einar tveir mánar í nýggja skúlanum.
Fyrsta árið av hesum skúlasamstarvinum hevði Petur Martin Ramsussen, sóknarprestur á Eiði, ábyrgdina av leiðsluni. Lærarar av Eiði, úr Hvalvík og av Oyrarbakka undirvístu fyrstu realskúlanæmingunum fyrstu árini. Teir ferðaðust í millum skúlarnar, har teir vóru í starvi, og Sundalagið, har næmingarnir at byrja við gingu í ymsum skúlum. Millum hesar lærarar vóru eisini Hans Erland í Brekkunum og Páll Sivertsen, sum vóru lærarar á Eiði. Teir tóku so við leiðsluni eftir Petur Martin Rasmussen.
Sum frá leið varð meira og meira savnað í barnaskúlanum á Oyrarbakka. Tó var tann triði fyrstiflokkurin í Hvalvík tann partin av skúlaárinum fram til 1 apríl, tá farið varð í nýggja Felagsskúlan.
Hetta var hendingarík tið í Sundlagnum, tá bæði skúli og brúgvin um Streymin stóðu í gerð. Fyrstu mánarnar máttu teir næmingarnir, sum skuldu av Eysturoynni til Hvalvíkar ganga um byrging og lútvís brúgv. Viðhvørt við stiga fyri at sleppa upp fyri formar og kistur. Tað broyttist so, tá brúgvin var tikin í nýtslu.
Næmingatalið lá umleið 100, tá flokstalið var fult. Seinni er tað vaksið nakað, men tá Kollafjørður fór upp í Tórshavnar Kommunu, og næmingarnir úr Kollafirði fluttu til Havnar at ganga í skúla, minkaði næmingatalið aftur niður til umleið teir hundrað næmingarnar.
Á nýggjárinum 1974 varð Hans Erland í Brekkunum settur sum skúlastjóri við Felagsskúlan á Oyrarbakka, og hesum starvi fer hann so úr nú 1. apríl komandi.
Hans Erland í Brekkunum er hósvíkingur við rótum av Eiði. Hann tók læraraprógv í 1974 og byrjaði sama ár sum lærari á Eiði, har hann var til 1970. Var so eitt ár á Venjingarskúlanum í Havn, men kom aftur til Eiðis í 1971. Síðan 1974 hevur hann verið skúlastjóri við Felagskúlan á Oyrarbakka, sum er einasti skúli í landinum, sum bara hevur næmingar í framhaldsdeildini.