Ferðaavgjaldið skal takast av

Umstrídda avgjaldið, sum øll ferðafólk, sum fara úr Føroyum, rinda í landskassan, skal takast av

Tað heldur samgongan.

Nú Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár, staðfestir samgongan í fíggjarnevndini, at ferðaavgjaldið eigur at lækka næsta ár.

Samstundis eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, at gera eina ætlan, so at ferðaavgjaldið kann verða strikað eftir eftir nøkrum árum, sigur samgongan.

Øll ferðafólk úr Føroyum rinda í løtuni 120 krónur í landskassan fyri hvønn ferðaseðil.

Avgjaldið hevur verið ógvuliga umstrítt. Serliga í kjakinum um prísin á ferðaseðlum, hava flutningsfeløg, ferðafólk og politikarar ført fram, at skal prísurin á ferðaseðlum lækka, kann landsstýrið taka fyrsta stigið og avtaka ferðaavgjaldið.

Ført verður fram, at ferðaavgjaldið er ein bági fyri kappingarførinum hjá ferðavinnuni og tálmar ferðafólkaflutninginum.

Í 2011 hevði landskassin 13,7 milliónir krónur í inntøku av ferðaavgjaldi. Inntøkurnar verða mettar til 15 milliónir í ár og roknað verður við, at inntøkan verður 16 milliónir næsta ár.

Men Fíggjarnevndin hevur skarvað tríggjar milliónir av inntøkunum næsta ár, so at ferðaavgjaldið kann lækkast nakað.

Vinnur hetta frama, fer ferðaavgjaldið at lækka beint niður um 100 krónur, ella góðar 20 krónur fyri hvønn ferðaseðil.