Fólk úr øllum heiminum kann beint nú fylgja við beinleiðis, meðan flogið verður við tyrlu í Føroyum.
Persónar kunnu gjøgnum heimasíðuna remote-tourism.com sjálvir velja, hvar tyrlan flýgur. Tað kann mann gera við at trýsta á knøttar á einari talgildari fjarstýring á skerminum.
Tað er Visit Faroe Islands, sum saman við Sansir og Mersch stendur fyri hesum serliga átakinum, sum hevur fingið umrøðu í miðlum um allan heimin seinastu fáu dagarnar.
Um tú vilt stýra, so kanst tú stilla teg í kø á remote-tourism.com, men køin er sera long, so tað er ikki vist, tú sleppur framat í dag.
Tú kanst fylgja við her: (GG: Dagføring - Stroymingin er endað - so hetta er ikki beinleiðis longur)
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FVisitFaroeIslands%2Fvideos%2F559472521651071%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>