Ferðafólk í sandroki

Tey, sum hava leitað sær til Kanarisku Oyggjarnar fyri at fáa eitt sindur av sól og hita, mistu sólina eitt skifti í gjár, tá sandrok úr Sahara-oyðimørkini legði seg inn yvir nakrar av oyggjunum.

Orsøkin er sambært veðurmonnunum, at eitt hátrýst yvir Sahara sendi heita og turra luft út yvir vesturafrikonsku strondina við slíkari ferð, at hon helt fram vestur til Kanarisku Oyggjarnar. Á vegnum tvørtur um oyðimørkina tók luftrákið sand og dust við sær. Hóskvøldið var eitt slag av sandmjørka, og á onkrari av oyggjunum var sýnið niðri á 750 metrum.

Í gjár vóru 26 hitastig á Tenerife, men luftin var sera turr, og tað hava fólk fingið at kenna í nøsini og í hálsinum. Tað var annars ikki bara Tenerife, sum fekk sandin og dustið úr Sahara, tí skilið var tað sama á oyggjunum La Gomera, La Palma og El Hierro, skrivar TV2.