Túrurin suðureftir kann fáa keðiligar avleiðingar, um ferðafólk ótivitað stuðla djórapínslu.
Tað skortar ikki við ymsum undirhaldi, tá fólk fara suðureftir at halda feriu. Men hóast tað tykist meinaleyst fyri ferðafólk at keypa eina mynd, har tey hava eina apu á økslini, so kunnu avleiðingarnar verða stórar fyri apuna. WSPA, sum er altjóða djóraverndarfelagsskapurin, er farin undir eina lýsingaherferð, fyri at varpa ljós á ótilvitaðari djórpínslu, tá fólk ferðast suðureftir.
- Tað er ikki lætt sum vanligt ferðafólk at uppdaga, hvat veruliga liggur aftan fyri sølutalurnar hjá teimum, sum skipa fyri undirhaldi til ferðafólk. Tískil er tað eitt gott hugskot, at lesa um destinatiónina og undirhaldið har, áðrenn farið verður í feriu, sigur Janne Bruvoll frá WSPA.
Sambært felagsskapinum eru tað alt ov nógv ferðafólk, ið ikki geva sær far um, at tey stuðla djórapínslu á feriuni.
- Ferðafólkini mugu taka fyrsta stigið og lata verða við at fara til eitt nú delfinshows ella okkurt annað undirhald við djórum. Ikki fyrr enn pengar ikki longur eru við í spælinum, fara hesi fólkini at steðga at fanga vill djór til endamálið, sigur Jane Bruvoll.