Fríggjadagin í síðstu viku var vandi á ferð, tá tvey flog stevndu beint ímóti hvørjum øðrum í norskum loftrúmi.
Talan var um eitt flogfar hjá Braathens og Føroya-flogfarið hjá Maersk, sum vóru eini 10 sekund frá einum samanstoyti í loftrúminum sunnanfyri Kristiansand.
Flogførini høvdu fingið boð um at flúgva í somu hædd, og tá tey eisini skuldu krossast, gjørdist støðan vandamikil.
Ávaringarskipan segði frá
Røyken-eftirlitsstøðin, sum fylgir loftferðsluni í økinum, varnaðist ikki, at vandi var á ferð, og tað var ein ávaringarskipan í flogførunum, sum forðaði fyri einum samanstoyti.
Braathens-flogfarið fekk boð um at venda 45 stig og fara 300 metrar upp, og tað forðaði fyri, at flogførini rendu saman.
Sambært norskum loftferðslumyndugleikum vóru einir tríggir kilometrar millum flogførini, og tá talan er um eina ferð upp á 800 km/t hjá báðum flogførunum, svarar tað til eini 10 sekund.
Fingu einki at vita
Tað vóru um hálvthundrað fólk við flogfarinum hjá Maresk, sum var á veg úr Kastrup til Vágarnar.
Ferðafólkini hjá Maersk fingu einki at vita um tilburðin. Maersk sigur, at tað var tí, at teirra flogfar helt somu hædd og kós alla tíðina, og tí var eingin orsøk at boða ferðafólkunum frá hendingini.
Norsku loftferðslumyndugleikarnir og skaðanevndin skal nú kanna, hvussu tað ber til, at hetta kundi koma fyri. Ein møguliga ábyrgd av tilburðinum skal eisini staðfestast.