Ferðafrásøgn úr Føroyum í Jaguar Magazine

Fólk frá Jaguar Magazine, ið vóru her á vitjan í summar, hava gjørt stóra ferðafrásøgn frá túrinum. Nevnt verður um bilin hjá Svenning Johannesen í Havn, ið er tann einasti Jaguar bilur, sum er keyptur nýggjur til Føroya.

Í seinastu útgávuni av Jaguar Magazine, ið kemur út fýra ferðir um árið, er stór ferðafrásøgn úr Føroyum. Blaðið verður sent út til Jaguar eigarar í ymiskum londum. Blaðmenn og myndamenn koyrdu í Føroyum í einum Jaguar S-Type í august mánaði. Í frásøgnini í blaðnum eru myndir, ið eru tiknar í Norðurlandahús-inum, á Hotel Føroyum og úr føroysku náttúruni. Eisini skriva teir um bilin hjá Svenning Johannesen, ið er einasti Jaguar bilur sum er keyptu nýggjur til Føroya.
Trolaraskiparar koyrdu Jaguar
Tá vit spurdu Svenning Johannesen, hví hann keypti júst hendan bilin, sigur hann, at tá hann sum trolarskipari sigldi til Grimsby í 50-unum, koyrdu teir flestu trolaraskipararnir har í Jaguar. Síðan tá ynskti hann sær ein Jaguar. Tá Svenning seinni vitjaði aftur í Onglandi og sá hesar Jaguar bilarnar, setti hann sær fyri at keypa ein slíkan. Í 1978 gekk so dreymurin út, tá hann 21. august fekk ein nýggjan Jaguar XJ 4.2. Bilurin var dýrasti bilur í Føroyum tá. Hóast bilurin er 24 ára gamal, sær hann enn út sum nýggjur. Bilurin er ikki umlakkeraður, og dekkini blivu skift fyri 10 árum síðan, tá hann var í Aberdeen við bilinum.