Ferðamannaskip vitja

Ferðamannaskipini eru mong kring oyggjarnar, sú summarið er í hæddini

Hóast veðrið kanska ikki ber boð um tað, so er farið um hægstu summartíð og longsta dag. men hinvegin, so merkist summarið á tann hátt, at ferðafólkini síggjast í býarmyndini og í fjøllunum.

Eisini sjógvurin boðar frá hesum. Ferðamannaskipini eru mong kring oyggjarnar. Á Vágsfirði vitjaði í vikuni ferðamannaskipið Professor Multanovskiy frá skt. Petersborg og í gjár vitjaði Calodonian Star í Havn. Skipið er úr Seattle, og sigst hava ferðafólk, ið eiga eyð á kistubotninum.

Hetta er aðru ferð, at skipið vitjar í Føroyum. Skipið fór úr Føroyum til Íslands, har nýtt ferðalið kom umborð, og vitjaði so aftur í gjár. Kapteynurin er svii, Per Hinnersson. Hann hevur áður siglt í Føroyum, m.a. við seglbáti. Hann sigur, at ferðaliðið hevur havt ein góðan túr í Føroyum. Ferðafólki kemur úr Onglandi og Amerika.