Ferðaráðið fyri fjórðu ferð

FERÐAVINNA: Vón er nú fyri, at Ferðaráðið fær føtur undir egið borð

 

Ferðaráð Føroya flutti fyrr í vár á fjórða sinni í nýggj høli ? hesaferð undir Bryggjubakka, í niðaru hæddirnar hjá Føroya Fiskimannafelag.

Seinastu árini hevur Ferðaráðið havt til húsa í gamla bygninginum hjá Sjóvinnubankanum í Gongini, men hetta leigumálið varð sagt upp.

? Tað er sjálvandi óheppið, at ein ferðaskrivstova flytir bústað fleiri ferðir innan stutta tíð, sigur Heri Niclasen, ferðamannastjóri.

Áðrenn Ferðaráðið flutti inn í gamla Sjóvinnubankabygningin, var Ferðaráðið í Kristnastovu í Gongini, og fyri ta tíð hevði Ferðaráðið adressu í Skansavegi.

Men útlit eru nú fyri, at Ferðaráð Føroya skjótt fær føtur undir egið borð.

? Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur lovað at gera nakað við málið eftir umbøn frá Ferðaráðnum, sigur Heri Niclasen.

Og líkt er til, at landsstýrismaðurin veruliga hevur gjørt nakað, tí málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, har Bjarni Djurholm hevur fingið tilsøgn frá landsstýrinum um, at finnast skal varandi loysn fyri Ferðaráðið.

Landsstýrismaðurin hevur síðani heitt á landsarkitektin um at gera uppskot um, hvussu Evensenspakkhús, ella gamli Landshandilin, t. e. grótbygningurin við Eystaru vág, kann nýtast til at hýsa Ferðaráðnum.

? Vit eru sera fegin um, at landsstýrismaðurin hevur tikið hetta málið til sín og veruliga ger nakað við málið, sigur Heri Niclasen, sum væntar, at um ikki so langa tíð flytir Ferðaráðið á fimta sinni ? men tá í egin høli.

Men tey á Ferðaráðnum trívast kortini væl Undir Bryggjubakka. Heri Niclasen sigur, at ferðfólk sjálvandi hava størri trupulleikar at finna kunningarstovuna, Alduna, hjá Ferðaráðnum, nú tey ikki longur liggja á »ferðavágni«, men tey hava roynt at gera skelti o. a., sum beina ferðafólkini á rætta kós.

? Óli Jaocbsen í Fiskimannafelagnum hevur eisini verið sera hjálpsamur, og hevur Fiskimannafelagið málað bygningin uttan, so hann nú er rættuliga vakur, sigur Heri Niclasen. Skelti eru sett upp, so lætt er hjá ferðandi at finna Ferðaráðið, verða tey beind á røttu kósina?