Hesaferð valdu fyriskipararnir av Prix Føroyum at leggja øll tey innleiðandi umførini á sama staði ? í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta skuldi tryggjað tónleikarunum betur umstøður at spæla undir, og harvið skuldi tónleikaliga dygdin eisini betrast.
Tankin er góður, og hann hevur avgjørt havt nógv gott við sær. Mentanarhúsið hevur verið ein frálíkur karmur um kappingina, tiltøkini hava verið væl fyriskipað, undirtøkan hevur verið stak góð, starvsfólkini eru fryntlig og fyrikomandi, og umstøðurar á palli og í sali hava verið góðar. Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu ljóðið hevur eydnast, men sum heild hevur tað verið gott.
Mentanarhúsið kann tó ikki í sær sjálvum borga fyri, at tónleikaliga dygdin verður betur. Karmarnir eru har, men so er tað upp til tónleikabólkarnar sjálvar at fylla hesar karmar og vísa tónleikaligu dygdirnar. Tað hava langt frá allir bólkarnir klárað, og støðið á hesum Prixnum hevur ikki verið hægri, enn tað var undanfarin Prix.
Sentraliseringin av Prixnum í Fuglafirði hevur skapt eina støðuga kapping, sum neyvan hevur verið virkað so væl áður. Útvarpið hevur kunnað sent beinleiðis frá øllum undanumførunum, og tað hevur økt um áhugan fyri kappingini. Tónleikarar, tøkningarar og fjølmiðlafólk hava havt góðar umstøður at arbeiða undir, og eisini áhoyrararnir hava notið gott av umstøðunum.
Men tað er eisini okkurt minus við at leggja Prixið á einum staði. Vandin er, at tað kemur at líkjast einum tónleikaligum vardum verkstaði uttan ta sjarmu, sum er við einum sirkusi, sum er á ferð. Prix Føroyar plagdi at leggja leiðina fram við í Suðuroy, Vágum, Strondum og Klaksvík, men soleiðis er ikki hesaferð. Umstøðurnar á hesum støðum hava verið ymiskar, og sumt hevur verið betur enn annað, men í øllum førum Prixið havt góðar løtur á hesum støðum, og eisini tónleikararnir hava fingið nakað burturúr.
Tað er trupult at siga, hvat hevur meira at týða fyri kappingina, men niðurstøðan í hesum teigi skal verða, at hetta var vert royndina og spældi væl av. Kanska hava broytingarnar til tað betra verið fleiri enn øvugt, men tað hevur eisini verið saknur í einum ferðandi Prixi.
Fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr, at ferðasambandið til og frá Prixnum skuldi verið gott, og vit, sum hava ferðast til og frá kvøld eftir kvøld, hava fegnast um, hvussu gott sambandið hevur roynst.
Og so líka eitt, sum ætlanin var at nevna, fyrstu ferð hesin tátturin var í blaðnum, men sum datt niður fyri, so tað má bara koma nú sum trold af æske. Mentanarhúsið í Fuglafirði við øllum sínum besnissaðum detaljum, hugtakandi innrættningi og innbjóðandi fasilitetum hevur eitt keðiligt navn. Navnið spillur ongan, men alíkavæl. Mentanarhúsið í Fuglafirði. Tað er langt frá so elegant, sum húsið annars er, men nú vendist ikki aftur. Snotuliga búmerkið er gjørt og sett saman við navninum, og fólk hava vant seg við at nevna húsið við hesum navni. Men var tað nakað, sum skuldi verið gjørt umaftur, so var tað navnið á húsinum. Tað mátti borið til at havt fingið eitt styttri, vakrari, meira poetiskt navn til hetta frálíka hús.