Fer at fáa stóran týdning fyri børn og foreldur

Nú er eitt uppskot á veg í Løgtingið sum nógv hava bíðað leingi eftir

Børn skulu bæði hava rætt til eina mammu og ein pápa. Tað er endamálið við einum uppskoti, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú fer at leggja fyri Løgtingið. Uppskotið er sent ymsumpørtum til viðmerkingar og so er ætlanin at leggja tað fyri Løgtingið eina ferð eftir ólavsøku.

 

Sum støðan er nú, hava foreldur felags foreldramyndugleika, tá ið tey eru gift við hvørjum øðrum, tá ið barnið verður føtt, ella tá ið tey gerast hjún seinni. Foreldur hava somuleiðis felags foreldramyndugleika, um tey eru sundurlisin, tá ið barnið verður føtt, men síðani flyta saman aftur.

 

Eru foreldrini ikki gift, tá ið barnið verður føtt, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll. Ógift foreldur kunnu avtala at hava felags foreldramyndugleika, og at foreldramyndugleikin verður fluttur frá øðrum av foreldrunum til hin.

 

Men við nýggju lógini fáa ógift foreldur betri møguleika at fáa felags foreldramyndugleika, og myndugleikar fáa eisini heimild taka avgerð um felags foreldramyndugleika. Sum nakað nýtt kann Familjufyristingini eisini avgerð um, hvar barnið skal búgva.

 

Nú fer tað eisini at bera til at geva øðrum enn foreldrunum, rætt til at vera saman við barninum, her verður hugsað um fólk, sum barnið er tætt knýtt at. Endamálið er at tryggja barnsins besta og allar avgerðir skulu altíð takast soleiðis, at tað eru viðurskiftini hjá tí einstaka barninum, sum koma í fremstu røð.

 

Eftir uppskotinum verður tað ásett, at tað eru bæði foreldrini, sum hava ábyrgd av barninum, og at foreldrini hava somu skyldur mótvegis barninum.  Ein grundleggjandi broyting í uppskotinum er, at familjufyrisitingin fær heimild at taka fleiri avgerðir.

 

Eru foreldrini ósamd um foreldramyndugleikan og hvar barnið skal búgva, mugu tey leggja málið fyri rættin til støðutakan. Men eftir nýggja uppskotinum verður tað nú Familjufyrisitingin, sum tekur avgerðir um foreldramyndugleika, bústaðin hjá barninum og um samveru.

 

– Sostatt slepst undan einum ofta drúgvum og kostnaðarmiklum rættarmáli, stendur í uppskotinum, men er ósemja um avgerðina, kann málið kortini leggjast fyri rættin.