Bergur Thomsen, stjóri á ferðaskrivstovuni 62Norð, sigur, at tað er sunt við kapping á marknaðinum og tað sjálvandi gott fyri føroysk ferðandi, at tey nú fáa ein valmøguleika afturat.
- Vit hava havt eitt gott samstarv við Atlantsflog og fara framyvir at hava tað eisini, men tað er sjálvandi gott fyri føroyska marknaðin við kapping. Tað hava nógv eftirlýst leingi, sigur Bergur Thomsen.
Bergur Thomsen sigur, at kappingin hevur fleiri møguleikar við sær. Fleiri møguleikar ger tað lættari at menna ferðir og møguliga bjóða eina breiðari viftu av pakkum.
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sigur, at tað er sjálvandi positivt fyri okkum sum ferðamannaland, at fleiri nú vísa okkum áhuga.
- Hóast vit hava sæð ein vøkstur seinastu árini, so hevur hann ikki verið so stórur sum hann kundi verið og vit kunnu veksa meir. Tað er ikki fyrrenn nú, at ferðavinnan er blivin fíggjarliga burðardygg, sigur Guðrið Højgaard.