Eg havi í mong ár arbeitt innan ferðavinnuna og havi sæð, hvussu dugnaloysi er um at beina fyri hesari vinnu. Ferð aftanà ferð verða nýggj fólk sett ì starv at leiða hesa vinnu. Dugnaleys fòlk. Ofta onkur, ið stendur onkrum politikara mær. Og skilið hevur verið hareftir.
Nù byrja vit spakuliga, ògvuliga spakuliga at vakna. Nù sìggja vit, at her er ein rættiliga stòr vinna um at gleppa okkum av hondum. Eitt hàlvbýtt segði einaferð í útvarpinum, at vit skuldu leggja okkum eftir at fáa ríkfólk at koma higar! Hann náði meg. Tað eru avgjørt ikki tey, ið leggja pengar eftir seg (tí eru tey rík),men heldur ein norskur,enskur ella danskur pensionistur.
Tað sita nógv dugnalig, ung og eldri, fólk kring landið, ið fegin vilja arbeiða við ferðavinnuni, t.d. á ferðaráðnum, kunningarstovunum, ferðaleiðarar, og fólk, ið skipa fyri ymsum tiltøkum. Lat hesi sleppa framat og hjálp teimum.
Lat ikki øll bert koma til Havnar, men fái tey út um alt landið. Lætt um hjá teimum, ið vilja vinna nøkur oyru upp á ferðafólk. Ger tað lætt hjá fólki, ið vilja bjóða ein drekkamunn, ella eina máltíð. Sjálvandi skal skil vera í. Men máti skal vera við. Skal tað vera so, at konan í Sumba ella í Fugloy noyðist at fáa sær køk og útgerð fyri 100 000 kr fyri at geva ferðafólki ein kaffimunn og eina pannukøku, so er onkur, ið onki hevur skilt.
SET SMYRIL Í SKOTLANDSSIGLING.
Ger tað lætt og bíligt at koma til landið.Set Smyril í skotlandssigling. Eg havi tosað við fleiri
skilafólk í Suðuroy um hetta. Øll halda hugskotið vera frálíkt. Men letur hetta seg gera uttan at gera
fortreð fyri Suðuroyingar? Nei, men ógvuliga lítið fortreð. Hvussu? Jú, Smyril fer hósmorgun kl 6
av Tvøroyri. Av Havnini kl 9 til Tvøroyrar. Av Tvøroyri til Scrabster í Skotlandi kl 12. Í Scrabster
kl.21. Úr Scrabster kl. 23. Og verður aftur á Tvøroyri kl. 8 fríggjamorgun, og kann so fara aftur í
vanliga sigling.
Suðuroyggin missir EIN túr, men Suðuroyggin fær beinleiðis samband til ein stóran marknað, bæði
hvat viðvíkur ferðafólki og ikki minst inn og útflutningi.
Sjálvandi skal ferðaseðilin úr Bretlandi verða galdandi til Havnar.So fara nógv ferðafólk í land í Suðuroy, og tey fara so at ferðast har nakrar dagar, ella tey steðga nakrar dagar á veg úr Føroyum.Suðuroyggin er jú so framúr vøkur, og ongastaðni er lættari at koma nær stórfingnari føroyskari náttúru enn í Suðuroynni.
Lyndið í Suðuroyingum er sum gjørt til ferðavinnu: Fyrikomandi, blíð og vinsæl.
Føroyingar fáa eisini frálíkar møguleikar til so mangt:Útflutning til stóra bretska marknaðin.Ferðast í Skotlandi,Onglandi, Walesog Írlandi. Og ikki at gloyma: Tað er nógv bíligari at ferðast víðari út í heim um Bretland, enn tað er um Danmark.
Sambandið er gott úr Scrabster til Orknoyar og til Hetlands, har vit, ikki minst Suðuroyingar, hava so nógv vinfólk.
Tað ljóðar eisini, at North Link, ið rekur ferjusamband í Skotlandi, ætlar at fáa í lag eina rutu millum Scrabster, Orknoyar, Hetland og Noreg. Aftur ein møguleiki.
Men. Lat ikki løtuvinning stýra hesum, sum so mongum øðrum, vit hava roynt. Hav prísirnar á einum støði, ið fær fólk at siga:” Hatta vilja vit royna aftur”. Ger ikki sum matstovan Havn, ið tók 375 kr. Fyri 3 kaffi og 3 smáar gularótakøkur. Tað fekk eg, og tí havi eg verið 2 ferðir á hesi matstovu: Fyrstu ferð og seinastu ferð.
At enda: Hugsið væl um møguleikan við Smyrli og sambandinum til Bretlands. Smyril skal sjálvandi ikki sigla við undirskoti. Men tað fer hann neyvan, um hesin møguleikin verður veruleiki.