Árliga ferðavinnumessan í Útnorði verður í ár hildin í Reykjavík. Messan verður í døgunum13. til 15. september.
Vestnorden Travel Mart, sum er samstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar, verður hildin á hvørjum ári. Annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt á upp á skift í Føroyum og Grønlandi. Í fjør var messan í Føroyum, og næsta ár eigur hon so at verða í Grønlandi.
Føroyska ferðavinnan verður væl umboðað á messuni í ár. Ferðamannastovur, flutningsfeløg, gistingarhús, kunningarstovur og feløg, sum skipa fyri útferðum í Føroyum fara at luttaka.
Ferðalagið fer úr Føroyum við Atlantsflog týskvøldið, og komið verður aftur leygardagin í næstu viku.