Fer ikki at krevja, at fiskurin skal brúkast til matna

Vit liva ikki av tonsum, men av krónum, staðfestir løgtingsmaður

Landsstýrið fer ikki at krevja, at svartkjafturin, sum føroysk skip fiska, skal virkast til matnað. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Aksel V. Johanneseen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at gagnnýta svartkfaftin betur við at krevja, at hann skal brúkast til matna.

 

– Ofta verður sagt, at vit hugsa ov nógv í tonsum og ov lítið í krónum. Men tað eru krónum, vit liva av og ikki av tonsum, leggur hann afturat.

 

– Í dag verður ein partur av okkara uppsjóvarfiski landaður til ídnað. Hetta ger seg ikki minst galdandi fyri svartkjaftin, har næstan øll veiðan verður landað til Havsbrún og brúkt til laksafóður, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hinvegin sigur hann, at tað eru virki á landi, sum vilja virka svartkjaftin til matna, men tað er ringt hjá teimum at fáa fatur á svartkjafti at virka.

 

– Fer tað at eydnast okkum at gagnnýta svartkjaftin til matna og hágóðskuvørur, kunnu vit fleirfalda avreiðingarvirðið til gagns fyri fiskimannin, vinnuna og samfelagið í sínari heild, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur, at ein møguleiki er at áleggja skipunum, at ein partur av svartkjaftinum skal landast til matna.

 

Men Árni Olsen sigur, at í Landsstýrinum eru tey sannførd um, at tað er ikki rætt at krevja, at ein ávísur partur av fiskinum skal landast til matna, heldur ikki av svartkjaftinum. Ístaðin er hugburðurin tann, at vinnan kann laga seg til fiskurin verður avreiddur til ta framleiðslu, sum kasat mest av sær - tí so kastar tað mest av sær til samfelagið.

 

Árni Skaale sigur, at sostatt er tað ikki hóskandi við ásetingum um, at fiskurin skal landast til ávísa framleiðslu, og tí hevur hann heldur ætlanir um at seta eitt slíkt krav.

 

Annars vísir hann á, at  tað eru skip og virki, sum virka svartkjaft til matna og til frystingar. Men hesi seinastu árini hevur gongdin kortini verið tann, at marknaðurin hevur verið vánaligur. Tí er okkurt skip, sum var í hesi vinnu, selt, og virkini á landi hava, í avmarkaðan mun, tikið ímóti svartkjafti til virkingar og til frystingar.

 

Niðan fyri eru upplýsingar frá Vørn um, hvussu mikið av svartkjafti seinastu árini er landað til matna og fryst umborð.

 

##med2##