Ferðin á fólkavøkstrinum økist

Tað vóru tekin um, at ferðin á fólkavøkstrinum var avtakandi, men so var ikki kortini

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at vit nú eru 51.312 fólk í Føroyum. Seinastu fýra árini hevur verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram.

 

 

- Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,8%, skrivar Hagstovan í dag. 

 

- Tølini eru smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir. Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað størri nú. Hetta kemur av, at føðitalið var 9 fleiri og deyðatalið 25 færri. Burðaravlopið varð sostatt 34 størri, skrivar Hagstovan