Ferðin niður

Eyðun Egholm

Fólk mugu fáast at halda seg til í mesta lagi 80 km/t, tað er ríkiligt, um tú skal koma trygt fram, og 50 km/t er eisini nokk í bygdum øki, onkustaðni ov nógv. Meiri eftirlit við ferð í eitt tíðarskeið og lýsingarherferð er eitt uppskot, tí ferðin er avgerandi faktorurin í at fáa vanlukkurnar burtur.
At hastverk er lastverk, er onki nýtt.
Tað er ikki lætt at broyta hetta, men tað letur seg gera, og so fara vit at síggja, at tað hjálpti, og øll koma fram, kanska 2 minuttir seinni. Men hetta er jú sera einfaldur boðskapur, sum øll skilja, sum vilja.