Tónleikur, ið verður framleiddur her á klettunum, er ómetaliga nógvur í tali. M.a plátufelagið Tutl hevur eina ógvuliga umfatandi vøruskrá, við góðari vøru enntá, sum bara tykist liggja í stað og ongastaðni fara. Men nú eru aðrir bollar komnir á suppuna, og arbeiðið við at fáa vøruna útflutta er loksins veruliga komið í gongd
Plátufelagið Tutl við Kristiani Blak á odda er farið undir eitt spildurnýtt átak í samstarv við Christian Hald Buhl frá The Rocking Factory. Átakið kallast Tutl Touring og skal virka fyri at útflyta so nógvan føroyskan tónleik sum gjørligt – alt eftir, hvørja avtalu teir bólkar og einstaklingar, ið eru útgivnir av Tutl, vilja skriva undir uppá.
Umfatandi samstarv
Tutl og The Rocking Factory hava sett seg í samband við booking umboðsstovur í ellivu ymsum londum. Í Danmark er longu landsdekkandi distribusjóns avtala gjørd, og har verður nú arbeitt við at fáa booking avtalu í lag. Umboðsstovur í Belgia, Eysturríki, Svøríki og Týsklandi bíða bara eftir at sleppa at skriva undir sáttmála, og so er bert eftir hjá Tutl Touring at fáa samstarv í lag í Hollandi, Luxemburg, Fraklandi, Sveits, Noregi og Finnlandi.
Avtalur eftir áhuga
Uml 30 føroyskir bólkar og einstaklingar hava fingið bjóðað sáttmála við Tutl Touring. Sáttmálin inniber fyrst og fremst konsertferðir og distribusjón av fløgum í teimum útvaldu londunum, men er eisini varierandi alt eftir, hvat viðkomandi bólkur ella einstaklingur ynskir at fáa burturúr. Fleiri av teimum hava longu undirskrivað sáttmálan, harímillum gittarsnillingurin Rasmus Rasmussen.
- Mín tónleikur er instrumentalur, og tað setur nøkur krøv til umstøðurnar, hann verður framførdur í. Eg má hava tíð at fyrireika meg, tí eg vil fegin hava tónleikarar afturat mær. So eg kann ikki bara leypa avstað, tá telefonin ringir. Mín avtala við Tutl Touring hevur tískil onkrar avmarkingar, men vit tosaðu um alt hetta, áðrenn eg skrivaði undir, so eg veit, at Christian Buhl tekur hædd fyri mínum ynskjum, tá hann fer at leggja til rættis tiltøk fyri meg, sigur Rasmus.
Meira enn bert framførslur
- Tónleikurin hjá mær er rættiliga filmiskur, og hetta helt Christian Buhl vera áhugavert at gera okkurt burturúr. Hann fer umframt booking og distribusjóns arbeiðið at arbeiða við at fáa samband við útgevara fyritøkur fyri at kanna møguleikarnar fyri at selja mín tónleik til filmar. Tað hevði verið ein dreymur, tí so hevði tónleikurin ikki bara verið brúktur, men so kundi eg eisini havt eina inntøku av honum, greiðir Rasmus frá.
Ongar væntingar
Rasmus væntar einki ávíst av hesum átakinum, tí tað er ikki til at vita, hvussu aftursvarið verður frá umboðsstovum og útgávufeløgum. Hann heldur, at átakið er eitt ógvuliga gott initiativ, men fyri tað um Christian Buhl er við uppá hetta og sær potentiali í tónleikinum herfrá, merkir tað ikki, at onnur gera tað.
- Christian heldur kanska, at hann hevur funnið eitt gullkorn her í Føroyum, sum eingin kennir enn, men í síðsta enda eru tað tey, ið hann søkir samstarv við, sum hava síðsta orðið. Um ikki annað er hetta eitt gott initiativ. Maðurin virkar klókur og engageraður, og longu nú sæst úrslit av arbeiðinum hjá honum fyri føroyskan tónleik. Eitt nú sýnisglugga tiltakið, Atlantic Soundscapes, sum hann skipar fyri í Belgia.
- Tíðin skal nokk vísa, hvussu hetta átakið fer at útvikla seg. Tað er gott fyri Tutl at fáa tónleikin út. Øll slík samstørv kunnu hava týdning. Tað er nokk av tónleiki her, tað síggja vit, men hann manglar bara at koma út, og tað kann hann eitt nú ígjøgnum eitt átak sum Tutl Touring, leggur Rasmus afturat.
Avmarkaða avtalu uttan bindingar
Bólkurin 200 er eisini partur av tónleikanøvnunum, ið hevur undirskrivað sáttmála við Tutl Touring.
- Vit hava longu avtalu um booking og distrubusjón í norðurlondunum. Skulu m.a á konsertferð nú í Danmark, sum er komin í lag ígjøgnum DKB Motor. Tað, sum vit satsa uppá við Tutl Touring, er serliga Benelux marknaðurin og Týskland, sigur Mikael Blak, bassleikari í 200.
- Vónin er altíð um at spæla á feitum spælistøðum og festivalum. Tað eru onkrir festivalar, ið vit hava hugsað nógv um at sloppi á. Kanska serliga í Hollandi og Týsklandi, sum hava ein breiðan punkmarknaða, m.a Punk am Ring, sum hevði verið upplagt fyri okkum. Óansæð hvat Tutl Touring ger fyri okkum, fer tað ikki at órógva nakrar aðrar ætlanir, sum vit hava. Vit kunnu altíð taka av, um onkur setur seg beinleiðis í samband við okkum um at spæla onkrastaðni. Og tað er eisini ein góður partur av avtaluni við Tutl Touring, tí hon er ikki bindandi, men skal bara virka fyri at promovera okkum, greiðir Mikael frá.
Reinur vinningur
Mikael er glaður fyri, at Tutl er farið undir eitt slíkt átak, tí tað gevur føroyskum tónleiki møguleika at sleppa út har, sum hann annars ikki hevði farið.
- Hetta er eitt gott átak, tí tað kann fáa føroyskan tónleik enn meira út um landoddarnar. Vit kunnu við hesari avtaluni fáa møguleika at sleppa út har, sum vit annars ikki eru nakað sum helst, púra uttan at gera nakran innsats og uttan at missa nakað. Vit kunnu í grundini bara vinna uppá hetta.
- Vísir onkur seg at hava áhuga, eru vit heilt sikkurt við uppá tað, tí tað er altíð stuttligt at sleppa at framføra. Eitthvørt gigg er gott; í øllum førum betri enn einki. Og tað verða uttan iva gigg í tí góða endanum, sum Tutl og The Rocking Factory fara at finna okkum, sigur Mikael.
Eksponering sett í verk
Umframt Rasmus Rasmussen og 200 hava Marius, Budam, Knút H. Eysturstein, Petur Pólson, Guðrið Hansdóttir, Yggdrasil og Kvonn undirskrivað sáttmála við Tutl Touring, øll við hvør sínum ynskjum og krøvum.
- Nøkur skrivaðu undir beinanvegin, men øll eru positiv, og vit vænta at fáa avtalur við fleiri av teimum føroysku tónleikanøvnunum í skjáttuna komandi tíðina, sigur Kristian Blak, dagligur leiðari hjá Tutl.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri samstarvið við The Rocking Factory um Tutl Touring og síggi eina spennandi útvikling í hesum átaki. Tað er fantastiskt at fáa slíka hjálp frá persónum, sum bara brenna fyri tí og vilja gera nakað fyri tónleikin herfrá. Gongur sum ætlað, fer føroyskur tónleikur at fáa regluliga eksponering í útlondunum. Hetta er eitt ynski, sum vit hava arbeitt við í mong ár, og sum loksins verður sett í verk. Tað er ótrúliga gott at fáa ferð á hetta, tí annars liggur tónleikurin bara fjaldur og fer mest sum ongan veg. Men tað er fortíð nú, og framyvir verður tað bara betri.