Fer ráðagerðin frá 1946 at endurtaka seg?

Síðani henda samgongan varð skipað við tí greiða endamáli at skipa Føroyar sum fullveldisríki, hevur danska stjórnin saman við andstøðuni (Javnaðarfl./sambandsfl.) ikki fylgt fólkaræðisligu mannagongdunum, av tí at hesi hava í felag strongt á til tess at fáa samgonguna at ganga frá sínum vallyftum um sjálvstýri fyri Føroyar, men heldur »saðla av nýggjum« og reka ein politikk, ið hóvar minnilutanum og donsku stjórnini.

Poul Nyrup Rasmussen hevur latið løgmann skilja, at um samgongan broytir ætlan sína og fer at reka ein politikk, ið samsvarar við tann, ið javnaðarflokkurin stendur fyri, so verður eingin endi á vælvildini frá danskari síðu mótvegis Føroyum.

Hinvegin, um samgongan vágar sær at reka egnan politikk, ið hon var vald uppá at reka, so skulu treytirnar gerast harðar sum grót.

Hetta er dømi um, hvussu »fólkaræðisliga« »danska stjórnin/andstøðan her á landi« hugsa, tá tað ræður um veruligt føroyskt sjálvstýri, men tað var júst hetta sama, ið hendi í 1946, tá danska stjórnin og politikarar her á landi gingu saman í ráð til tess at sleppa uttan um úrslitið av fólkaatkvøðuni.


Gerið ikki neyðsemju um

fullveldisætlanina

Andstøðan í Føroyum hevur fingið tann greiða setning frá donsku stjórnini, at hon má gera alt, ið gerast kann til tess at fáa føroyingar at ganga frá kravinum um fullveldi, men heldur taka við andstøðuuppskotinum um at gera eina ella aðra heimastýrisskipan, og teir hava eisini fingið at vita, at skipanin kann innihalda næstan hvat sum helst, bert ikki fullveldi (suverenitet).

Vit kunnu eisini fáa okkara egnu grundlóg, um hon bert ikki stríðir ímóti teirri donsku, ið skal galda fyri alt ríkið, t.e., at okkara heimastýrisgrundlóg, ið verður ein »undirdeild« má ikki nevna orðið (suverenitetur).

Føroyskir fullveldispolitikarar mugu ikki gera tað dáraverk, ið tað er, at gera neyðsemju um fullveldisætlanina, tí so er »slottið næstan vunnið« hjá teimum trimum »Nyrupunum«, har vit eiga teir tveir, tíverri.


Um vit gera neyðsemju

um nýggja heimastýrislóg

Tá hetta er hent, fer danska stjórnin alt fyri eitt at seta arbeiðsbólk (»færøgrupp«) av serfrøðingum, um hesin ikki longu er settu, til tess at máa støðið undan einum framtíðar føroyskum ynski um fullveldi. Tað fer at verða gjørt bæði inanríkis, men ikki minst á internorðurlendskum og altjóða støði.

Serstakliga fer hetta at verða ein løtt uppgáva, um vit góðtaka eina nýggja heimastýrisskipan við fólkaatkvøðu, sum gevur hampiliga stóra undirtøku, av tí at tú kanst ikki góðtaka innliman í eitt annað ríki og so nøkur ár seinni iðra teg um tað og krevja sjálvstýri.

ST fer eisini við tíðini at avmarka talið av fullveldisríkjum, so haðani fer eingin hjálp at koma seinni.


Sambandsflokkarnir

einsamallir um nýggja

heimastýrisskipan

Um tað ólukkuliga skuldi hent, at einstakir fullveldispolitikarar fara at »ridla«, sum onkur tekin eru til, og mæla til eina nýggja heimastýrisskipan saman við javnaðar/sambandsflokkinum, meðan »bíðað verður við fullveldinum«, ið skal koma seinni, sum tað so lokkandi fer at ljóða, so eiga fullveldispolitikarar at lata hesar vera púra einsamallar um »ráðagerðina«, av tí tá fer tað neyvan at eydnast at fáa stóra undirtøku millum fólk við fólkaatkvøðu, helst bert u.l. helmingin av veljarunum, og tað fer danska stjórnin ikki at vera nøgd við, og fer hetta at gera framhaldandi ráðagerðina nógv truplari, og stríðið um fullveldi/sambandi fer at halda fram enn harðari enn í dag í føroyskum politikki, tí var tað ikki nóg mikið við einum lítlum meiriluta í 1946 fyri fullveldi, so kann tað heldur ikki vera nóg mikið í dag við einum lítlum meirilut afyri sambandi ella nýggjari heimastýrisskipan.


Nýggj heimastýrisskipan

verður »katastrofa«

Um fá ár fer tað at verða avdúkað, at nýggj heimastýrisskipan gjørdist »katastrofa« fyri Føroya land og føroyska fólkið, og tá verður brúk fyri politikarum við reinum hondum.

Serliga um olja av týdningi verður funnin, tí tá fer danska stjórnin als ikki at vilja hoyra talan um eitt møguligt krav um fullveldi seinni. Tá verða bert aðrar umberingar og onnur gróthørð krøv sett føroyingum. Hesa støðu fer danska stjórnin at fyrireika alt fyri eitt, um nýggj heimastýrisskipan verður sett í verk. Danska stjórnin fer ikki at droyma um at lata ríkt oljuøki frá sær við tí altjóða týdningi fyri Danmark, ið hetta fer at hava við sær. Bíða bara, livst, so spyrst.


Ísraelski forsætis-

ráðharrin: »Um tú ikki hevur suverentitet, so hevur tú einki«.

Eg haldi, at tað var hin 11. august, at Barak var í sjónvarpinum, har hann á einum fundi segði soleiðis um fullveldið (suverenitetin): »Tá eitt fólk ikki hevur suverenitet, so hevur tað einki«. »Hví«, spurdi hann út í høllina. »Jú, tí um tú ikki hevur fullveldi, so mást tú alla tíðina taka ímóti ordrum ella boðum uttaneftir«.

Hetta tók hann uppaftur fleiri ferðir við øðrum orðalagi, so tað var týðuligt, at hesin royndi politikarin visti, hvat hann tosaði um.

»Soleiðis eru viðurskiftini ikki í Føroyum«, hoyri eg sambandsrøddir svara. Nei, einki skal vera í Føroyum sum aðrastaðni. Her skal alt venda niður, ið aðrastaðni í heiminum vendi rupp. Tað er gamla frágreiðingin um, hví Føroya fólk ikki fyri alt í verðini má taka stig til at gerast tjóð millum aðrar tjóðir.

Jú, tjóð, men ikki enn, og hetta »enn« kemur ongantíð, verið vís í tí!


Trúgva vit meira upp á

danska blokkin

enn á Skaparan?

Vit føroyingar hava fingið fleiri tjóðareyðkenni enn flestu onnur fólkasløg, men vilja tó ikki gerast tjóð, hóast landið er bæði gott og ríkt. Trúgva vit ikki uppá, at Harrin vil varðveita okkum sum egin tjóð? Er tað kanska tryggari at dansa um danska »blokk-gullkálvin«? Tað ljóðar annars úti í heimi, at føroyingar eru sera gudrøknir. Ja, skulu ikki standa aftan fyri grannatjóðirnar ella kanska væl tað. Hetta er eftir mínari meting ein av størstu andsøgnunum ella »paradoksum«, ið eg veit um.


Danska stjórnin rennur

undan ábyrgdini:

Endamálið við teimum 4 árunum er sjálvandi at ræða føroyingar frá at taka fullveldi, men heldur kroysta eina neyðsemju oman yvir høvdið á okkum eins og í 1946: Nýggja heimastýrisskipan. Tað vita øll bæði úti og heima.

Slíkt er ikki rættvíst, av ti at danir sjálvir gjørdu hesa skipan í 1948, har føryski landskassin gjørdist bundin at donskum ískoyti. Sostatt hava danir her eina serliga ábyrgd fyri føroyskum búskapi, og tá teir nú spæla »grótharðir«, ivaleyst eftir ráðum úr Føroyum, so avdúkar tað eisini, hvør ætlanin við ríkisískoytinum var í 1948.


Forðar føroyskum

sjálvræði við vilja:

Hetta, at danska stjórnin í veruleikanum rennur undan sínari fíggjarligu ábyrgd, sum hon sjálv gav seg undir sambært heimastýrisskipanina frá 1948 og heldur misnýtir skipanina til tess at leggja forðingar í vegin fyri før. sjálvstýri, man fyrr ella seinni fara at gerast almannakunnugt í politiska lívinum alla staðni, fyrst í Norðurlondum, men eisini víða hvar úti í heimi.

Spurningurin verður tá, um tað ikki fer at koma donskum uttanríkispolitikki aftur um brekku, tá onnur kunnu vísa á, hvussu danska stjórnin í veruleikanum bar seg at viðvíkjandi føroyska ynskinum um fullveldi.

Skipanin skuldi helst nýtast til at gera Føroyar so bundnar sum gjørligt at danska statinum og júst nýtast sum trýstamboð, um fullveldisynski einaferð fór at koma úr Føroyum, tí hetta er ikki peningaspurningur fyri donsku stjórnina. Um sammett verður eftir fólkatali, so svarar 1 mia. kr. út úr danska búskapinum til 10 mill. kr. út úr tí føroyska.


Føroyska »heimastýrið«

nakið ? sum keisarin

á sinni

Mong av okkum hava billað okkum inn, at heimastýrið er nakað heilt serligt, men so er ikki. T.d. hevur verið greitt frá í fjølmiðlunum, at undirgrundin er yvirtikin, men tað er beinleiðis skeivt.

Vit hava »allernådigst« fingið rættin til at standa fyri útvinningini av møguligum ráevnum t.d. kolvetni úr donsku undirgrundini við Føroyar, hetta vegna danska ríkið. Sostatt er eingin »føroysk undirgrund« til í politiskum høpi, hóast tað mangan verður málborið seg soleiðis í fjølmiðlunum. Um danski landsluturin Føroyar verður vælhavandi av møguligum ríkidømi, so byggir hetta alt ríkið upp tilsvarandi.

Sostatt var einki í vegin fyri, at danska stjórnin gav t.d. amtsráðnum á Bornholm somu loyvi at vinna møgulig ráevni út har, sum okkara løgting hevur fingið her.


Føroyska málið sett

í 2. røð av donsku

stjórnini:

Fáur mundi droyma um, at danska stjórnin fór at stað-festa í evropeiskum sáttmála, at føroyskt ikki kann javnmetast við onnur tjóðarmál, og tað ger hon mitt í samráðingunum um før. sjálvstýri. Hetta sýnir betur enn nakað annað, hvussu vís danska stjórnin er í, at tað fer at eydnast at kroysta eina nýggja heimastýrislóg niður yvir okkum føroyingar.

Nú hevur føroyskt mist nógv av síni tign, tá tað í bindandi sáttmála er staðfest, at føroyskt ikki er annað enn eitt »minnilutamál« í danska ríkinum, javnsett við týskt í Suðurjútlandi. Mær vitandi, so hava týskarar ikki so mikið sum »heimastýri«, har teir búgva.

Alt hetta skuldi henda í tí Harrans ári 2000. Hevði tað verið stutt eftir aldarskiftið 1900, so hevði eg skilt tað.


Brævið til ST

Talsmaður fyri donsku stjórnina segði stutt eftir, at gitna brævið var kunnugt, at um føroyingar skuldu sleppa at senda brøv til ST, so máttu bornholmarar eisini sleppa at gera hetta, tí teir høvdu uttan iva okkurt at tala við ST um eisini.

So er tað sagt.

Danskir stjórnartalsmenn meta okkum saman við »Bornholms Amt«. Man hetta vera tað, ið føroyingar flestir hugsa um, tá talan er um hitt »víðagitna føroyska sjálvstýrið«?

Tó má eg siga, at hetta undrar als ikki meg. Tí í veruleikanum er »sjálvstýri« ikki til. Antin hevur tú óavmarkað sjálvstýri, ella hevur tú als einki sjálvstýri.

Nakað heilt annað er so tað, at sjálvstøðug lond kunnu gera sínámillum avtalur til fyrimuns fyri báðar ella fleiri partar, ið á summum økjum avmarka teirra sjálvstýri, meðan sáttmálin er galdandi.


Slapp ikki at tosa við

Nato-aðalskrivaran:

Á natofundinum í Íslandi varð rættiliga avdúkað, hvussu lítið heimastýrið er ílatið, tá sjálvt Føroya løgmansembæti ruddiliga varð sett upp á »rætta lítla pláss sítt«.

Danska stjórnin vísti hesum okkara hægsta fyrisitingarliga starvi so lítla virðing, at løgmanni varð sett mark fyri, hvønn hann slapp at tosa við, hóast Føroyar vóru í nógv størri vanda fyri at gerast álopsmál undir »kalda stríðnum«, enn Danmark nakrantíð var.

Slíkt er sjálvstýri, sanniliga!

Mong onnur dømi av líknandi slag kunnu nevnast, ið sýna, hvussu lítið okkara sokallaða sjálvstýri hevur uttan á sær.


Takið við skiftistíðini

upp á 4 ár:

Vit mugu taka við skiftistíðini upp á 4 ár, tí eitt er vist, at treytirnar verða ikki lagaligari seinni, heldur tvørturímóti.

Danska stjórnin vil í veruleikanum ikki geva Føroyum fullveldi. Tað mugu øll hava skilt. Seinni um t.d. 10 ár finna teir upp á aðrar harðari treytir og undanførslur móti fullveldinum. »Grova arbeiðið« við ræðumyndunum her heima í Føroyum fer sama andstøða at gera tá eins og nú fyri donsku stjórnina.

Míni ráð skulu tí vera: Takið við skiftistíðini upp á 4 ár. Latum okkum sýna donsku stjórnini, at tað veruliga eru »Knotur í føroyskum kongum«, og at hetta er ikki nakað, ið vit bert syngja um, tá høvur er frótt av »fullum maga« við okkurt veitsluborð.


Asbjørn Lómaklett