Nú fáa suðuroyingar ein tinglim afturat í nakrar dagar.
Tað er Kristina Roest á Tvøroyri, sum tekur sæti á Løgtingið nú rundan um ársskiftið, og sostatt skal hon vera við til at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.
Hetta hendir eftir at Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum.
Men grundgevingin fyri farloyvinum er eitt sindur sermerkt, tí hann sigur rætt og slætt, at hann skal halda nýggjár saman við abbabørnunum, og sostatt fær hann ikki møtt á Løgtingi.
Fyrsti varamaður hjá Javnaðarflokkinum er Eyðgunn Samuelsen, men hon er longu á tingi fyri Aksel V. Johannesen, sum eisini er í farloyvi.
Næst á listanum er Kristianna Winther Poulsen, men eisini hon hevur boðað frá, at hon fær ikki møtt. Og sostatt er tað Kristina Roest, sum møtir á Løgtingið rundan um ársskiftið.