Í morgunferðsluni var eitt lítið ferðsluóhapp á norðara ringvegi í morgun, sum leiddi til stórar bilkøir í Havn, tá ið fólk skuldu til arbeiðis.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at orsøk var, at ein fótgangari fór um vegin við eina gongubreyt. Fyrsti bilurin steðgaði, tað gjørdi tann næsti eisini, men tann triði bilurin í røðini varð ov seinir at steðga, og skumpaði seinna bilin fram á tann fyrsta.
Løgreglan upplýsir, at eingin mannskaðið stóðst av hendingini, og at eini bilurin varð fluttur av staðnum, meðan hinir koyrdu sjálvir avstað aftur.