Fyri løtu síðani fór ein sjúkrabilur og ein løgreglubilur til Sørvágs, har ein bilur er farin útav.
Ein bilur er farin útav í Sørvági fyri løtu síðani. Løgreglan hevur sent sjúkrabil á staðið, men óvist er, hvussu stórur skaðin er. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan er um ein sokallað einstaktóhapp, tí bert ein bilur er uppíblandaður.