Ferðsluóhapp á Sandavágshálsi

Ein bilur fór út av vegnum á Sandavágshálsi í kvøld.

Men hóast tað sá álvasamt út, so sluppu fólkini í bilinum væl frá óhappinum.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at fólkini fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Tað órógvaði ferðsluna nakað.
Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn var ikki kavi á vegnum, har óhappið hendi.