Ferðsluhagtølini siga ikki allan sannleikan

? sjúkrahústøl vanta!

Tað er ein sannroynd, at veruliga talið á teimum, sum fáa skaða í ferðsluni er hægri, enn talið hjá løg-regluni, tí tað eru ikki allir skaðar, sum verða meldaðir til løgregluna. Tað er tíverri so, at tað enn ikki er atkomandi til tølini hjá sjúkrahúsverkinum yvir skadd, hvussu nógv eru álvarsliga skadd, hvussu nógv eru minni skadd o.s.fr.
Fyri at fáa eina hóming av støðuni, kunnu vit tó nýta útrokningarháttin hjá Høgna Debes Joensen landslækna, sum sigur, at fyri hvørt fólk, sum doyr í ferðsluni, vera eini 25 fólk skadd, og av hesum fáa um 10% álvarsligt mein. Soleiðis kunnu vit rokna, at um 400 fólk eru komin til skaða í ferðsluni síðani Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni var fyrstu ferð í 2000. Harav fingu um 40 fólk álvarsligt varandi mein.
Siga vit at, umstøðurnar í ferðsluni næstu fimm árini vera tær somu, sum tær hava verið seinastu árini kunnu vit vera bangin fyri, at tá ið 10. Minningardagur teirra deyðu verður hildin, hava 20 fólk afturat hava látið lív í ferðsluni. Av hesum verða eini fimtan/ sekstan í aldrinum 17 til 22 ár! Eini 500 verða fólk skadd og um 50 av teimum fáa álvarsligt mein.
Hetta eru ræðandi tøl, men veruleikin!
Tí hevur tað skund, at samtykkja Nullhugsjónina, soleiðis at vit fáa eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar við greiðum mál-setningi
Talvan yvir skadd, álvarsliga skadd og deyð 1994 til 2003 og meting 2004 til 2009