Ferðslukaos er rætta orðið

Tað hava verið so nógv brot á ferðslulógina um vikuskiftið, at vit hava valt at brúka yvirskriftina: ferðslukaos

Døgnrapportin á politistøðini leggur fyri fríggjadagin seinnapart, har ein lastbilur misti eina last av mold á vegin, tá hann fór av Hvítanesvegnum niðan á Ringvegin.

Næsta málið er úti við Landavegin, har ein bilur bakkar inn í ein annan. Viðkomandi verður seinni funnin, og tryggingin fær enn eitt mál at avgreiða.

Í rundkoyringini í Kollafirði brýtur ein førari víkiskylduna, tá hann rennur inn í ein bil inni í rundkoyringini. Her verður politiið boðsent, og førarin fær í minsta lagi eitt klipp í kortið.

Eisini hendu tveir skaðar á bilar í sambandi við parkering. Annar í Klaksvík, har tveir bilar koma ímóti hvørjum øðrum, tá teir skulu avstað. Og í Føgrulíð í Havn uppdagar eigarin av einum bili, at onkur hevur rent á hann, meðan hann var perkeraður. Men viðkomandi er tíverri farin av staðnum.

Eina løtu leygardagin vórðu ferðmátingar gjørdar í Vágatunlinum. Tríggir førarar vórðu tiknir, harav tann eini fær eina treytaða frádøming av kortinum, tí hann koyrdi 125 km/t.

Í Hovstunlinum fekk ein førari eisini klipp í kortið, tí hann yvirhálaði inni í tunlinum.

Um 2-tíðina leygarnáttina varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Hann hevði heldur onki koyrikort, tí tað var longu tikið.

Á Hjalla var útsøla í gjár, og proppur kom í ferðsluna har. Tí mátti politiið niðan at loysa fløkjuna.

Men bilarnir fingu heldur ikki altíð frið at standa. Í Vestmanna hevur onkur skrætt nummarplátur av bilum, rukka og blaka tær frá sær. Og á Tvøroyri var eldur í einum bili..