Miriam Hinz, Hoyvík
Nú ta: eru ætlanir um at økja mest loyvdu ferðina hjá prutlum og skootarum, vil eg gjarna gera hesa viðmerking. Tað er í fínasta lagi, at mest loyvda ferðin verður økt til 45 km/t, so prutl/skootarar ikki eru til ampa fyri fer:sluna. Men so mugu hesi eisini halda seg fer:slulógina til annars.
Eg standi hvønn morgun í bíðirøð við rundkoyringina uppi við Ítróttarhøllina, og hvønn morgun koma í minsta lagi 4 prutl/skootarar fúkandi framvið - uppi á gongubreytini. Hetta kann ikki vera rætt ella? Í øllum førum eri eg glað fyri, at eg ikki um morgunin - og ofta í skýming ella myrkri, tað velst um árstíðina - skal ganga á gongubreytini - við prutlum og skootarum fúkandi framvið.