Ferðslutrygd á dagskrá

Álvarsamar ferðsluvanlukkur fáa okkum at steðga á og hugsa okkum um. Hvat kann verða gjørt fyri at minka um talið vanlukkum? Nú eru so komin nøkur hugskot fram. Tey flestu hava verið frammi áður. Hetta er tó ikki galdandi fyri uppskotið um eina serstaka skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur. Hetta er ivaleyst eitt skilagott hugskot, eitt uppskot, ið ivaleyst fer at kunna siga okkum nakað um, hví vanlukkur henda á vegunum. Kenna vit nakrar av orsøkunum, kann ivaleyst verða gjørt nakað við hesar serstøku orsøkir. Myndugleikarnir eiga tí at taka uppskotið um eina skaðanevnd frá leiðaranum fyri Ferðslutrygd í størsta álvara.

Men tað verður ikki nóg mikið við eini skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur. Henda nevnd kemur ikki inn í myndina fyrr enn vanlukkan er hend. Sjálvandi kann arbeiðið hjá eini skaðanevnd nýtast í fyribyrgingini av vanlukkum í ferðsluni. Men ein nevnd eina er ikki nóg mikið. Her má verða fylgt upp við øðrum tiltøkum, og tiltøkini mugu samskipast. Ein spurningur er ferðin og eftirlitið við ferðini. Ein annar spurningur kundi verið: eru krøvini til koyrilæruna nóg høg? Eiga vit ikki umhugsa heilt at umskipa koyrifrálæruna og geva hesari undirvísing sama status sum onnur undirvísing hevur, sum t.d. tann, ið almenna undirvísingarverkið hevur ábyrgdina av?

Ella við øðrum: átti koyrilæran ikki at verið undir somu skipan sum onnur undirvísing? Hvørji krøv eiga at verða sett til innihaldið í koyrifrálæruni? Átti t.d. ikki ein lærugrein sum sálarfrøði at verða partur av innihaldinum? Hvat við pedagogiska partinum av koyrilæruni? Hvør tryggjar koyrilærarum ta eftirútbúgving og ta dagføring av útbúgvingini, sum ein og hvør, sum virkar sum lærari, støðugt hevur tørv á? Hví skal tað kosta at taka koyrikort? Hevði tað ikki bøtt munandi um ferðslutrygdina, um koyrilæran var ókeypis, koyriskúlarnir vóru almennir og koyrilærararnir settir í fast starv hjá Mentamálaráðnum ella hjá viðkomand bygdað ella bðráðið?

Ein áhugaverdur spurningur er spurningurin um eina royndartíð fyri bilføraran. Tað er ivaleyst eitt gott hugskot við einum treytaðum koyrikortið við eini royndartíð, soleiðis sum Bjarni Djurholm, landsstðrsimaður, nevndi í SvF hóskvøldið. Hetta hevur verið nevnt áður. Men er tað rætt og skilagott bert at lata hesar treytir verða galdandi fyri ungar bilførarar? Her er nógv at hugsa um, og ferðslutrygdin er eitt hitt mest álvarsama mál í okkara tíð. Ferðsluvanlukkurnar eru ræðuligir sorgarleikir, og øll kenna vit djúpa samkenslu við teimum, sum missa, sum koma til skaða, ella sum á annan hátt verða rakt av vanlukkunum. Tað er umráðandi, at nakað verður gjørt við hesar afturvendandi óhugnaligu sorgarleikir, sum skelka og elva til so stóra sorg og neyð. Vónandi fara allar góðar kreftir nú til verka við hesum álvarsmáli.