Levi Mørk, býráðslimur
---
Í Hoyvík búgva uml. 4000 fólk, og nógv er komið av skafti hesi seinastu árini. Men her er sera nógv eftir at gera og at fríðka um. Her búgva nógvar ungar barnafamiljur, hesi hava fingið sær dýr hús og alt ov dýr grundøkir, sum Tórshavnar kommuna - í flestu førum – hevur selt teimum. Grundøkjaprísurin skal sjálavsagt niður. Her er komið ungdómsvirksemi í Klubb 188, nýggjur skúli við Løgmannabreyt, skúlatryggur vegur við Hoyvíkar skúla, ein stór frílendisætlan fyri milliónir er í gerð við Hoydalsá, fleiri gøtur, somuleiðis er Hoyvíkshøllin útbygd o.s.fr.
Men her mangla sera nógvir gonguteigar, parkerinksplássir, gøtuljós, ferðslutryggir vegir við barnagarðar, við skúlan á Løgmannabreyt og niðri ímóti FK osfr. Fleiri staðni er sera myrkt, og børn finna næstan ikki til báðar skúlarnir um morgunin, tí gøtuljósini virka ikki, ella eru ikki tendraði. Hetta er tó batnað nakað, men enn eru fleiri gøtuljós, sum ikki eru komin enn. Vinnulívið hevur eisini møguleikar, tí tað eru eitt hav av vinnustykkjum fyri at skapað lív, her vantar tó mest grønt ljós frá bankum o.s.fr.
Somuleiðis er tað vist, at vit fara at byggja ein fótbóltsvøll og ein kirkjugarð. Eisini skulu vit verja okkara umhvørvið, men staðsetingin við nýggju hitamiðstøðini er so ikki ein gongd leið. Her skal onnur loysn finnast. Eg vil framhaldandi arbeiða hart fyri at vit øll skulu hava tað gott í Tórshavnar kommunu og eisini fólk í Hoyvík. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november.