Ferðsluvanlukka kravdi mannalív

Tann 20 ára gamli maðurin, sum var einsamallur í bilinum, doyði av løstunum hann fekk, tá bilurin fór út av ovara vegnum í Vestmanna leygarmorgunin

Eirikur Lindenskov


Ein ferðsluvanlukka í Vestmanna sunnumorgunin kravdi eitt mannalív. Ein 20 ára gamal maður, sum var einsamallur í bilinum, doyði av løstunum hann fekk.

Maðurin koyrdi eystureftir ovara vegnum í Vestmanna. Tá hann kom í svingið beint áðrenn Fossá, misti hann tamarhaldið á bilinum, sum slongdist í ein betongkant og síðan í ánna.

Suni Vinther á Politigarðinum í Havn upplýsir, at fólk á Válinum sóu tilburðin og boðaðu frá beinanvegin.

Lækni, løgregla, brandmenn og froskmenn komu á staðið, tí tey vistu ikki, um fleiri fólk vóru í bilinum og kanska farin oman við streyminum í ánni. Tað hevði regnað illa, og tí var nógv vatn í ánni, sigur Suni Vinther.

Sambært løgregluni er hetta fyrsta ferðsluvanlukkan í ár, ið hevur kravt mannalív.