Ferðsluvanlukkur kosta 200 milliónir um árið

Hevði gongdin í Føroyum verið tann sama sum í Danmark, høvdu vit spart 50 milliónir um árið

Tað hevði loyst seg væl hjá landsins myndugleikum at hækka játtanina til Ráðið Fyri Ferðslutrygd. Tað var ein av boðskapunum, nú Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF, hevur havt ársfund.

Tey vísa á, at tá ið null-hugsjónin í ferðsluni varð sett út kortið, varð eisini roknað út, hvussu nógv ferðsluvanlukkur kosta føroyska samfelagnum um árið.

Les eisini: Alt ov nógvir føroyingar doyggja í ferðsluni

Null-hugsjónin er ein málsetningur, Løgtingið hevur samtykt um, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at útrokningar vísa, at í Føroyum eru samfelagsligu útreiðslurnar av ferðsluvanlukkum, og ferðsluóhappum, einar 200 milliónir um árið, av teimum sum lata lív, ella fáa álvarsligar løstir í ferðsluvanlukku.

Les eisini: Vit gráta og syrgja, men einki hendir

Í Danmark er talið á løstaðum í ferðsluni minkað 11.000 fólk í árunum frá 2007 til 2012 og har hava tey roknað út. at hetta hevur havt eina samfelagsliga sparing við sær upp á 31 milliardir krónur, ella 5,2 milliardir krónur um árið.

Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at eftir føroyskum viðurskiftum svarar hetta til eina upphædd upp á 50 milliónir krónur sum vit kundu spart, høvdu vit bara klárað at minkað talið á ferðsluvanlukkum við fólkaskaða lutfalsliga líka nógv, sum danir hava klárað.

- Í hesum ljósi er greitt, at tað er ein risastór, fíggjarlig sparing at byrgja fyri ferðsluvanlukkum, sigur Ráðið fyri Fersðlutrygd.

- At fyribyrgja vanlukkum, hevði ikki bara loyst seg fyri offrini, og teirra næstringar. Tað loysir seg eisini fyri samfelagskostnaðin, leggja tey afturat

Tey halda, at við eini størri íløgu í at leggja betri ferðsluvanarnar niður í fólk, kundu vit spart stórar útreiðslur – bæði peningaliga og menniskjansliga.

Og tey halda, at á hesum øki, eru tað stórar uppgávur, sum liggja á láni.

Veruleikin er, at eftir fólkatalinum doyggja í miðal tvær ferðir so nógv fólk í ferðsluni í Føroyum, sum tað gera í Noregi, Svøríki og Danmark.

Samstundis vísa kanningar, at 60 prosent av bilførarum siga, at tað er vanligt, at teir bróta hámarksferðina á landsvegi, og 37 prosent siga, at teir javnan tosa í handhildnari fartelefon.

- Mett verður eisini, at helvtin av teimum sum eru deyð í ferðsluni síðan 1986, og sum ikki sat í trygdarbeldi, høvdu verið á lívi, sótu tey í trygdarbelti.

- Tað sømir seg ikki at góðtaka, at her doyggja tvær ferðir so nógv í ferðsluvanlukkum, sum í Danmark, Noregi og Svøríki, heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Ráðið fyri Ferðslutrygd fær áleið eina millión á fíggjarlógini, men tá ið hugsað verður um heso tølini, er tað eisini greitt, at tað hevði loyst seg væl fíggjarliga, at hækka játtanina.

Tá ið limagjald frá kommunum, og øðrum, og játtanin á fíggjarlógini eru tald saman, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygt tilsamans slakar 1,2 milliónir at arbeiða við.