Fer yvir gevind

? Andstøðan spyr so nógv í løgtinginum,at viðhvørt fer tað yvir gevind, heldur Løgmaður

Fyrispurningar

? Eg haldi, at viðhvørt fer tað yvir gevind.
Jóannes Eidesgaard heldur, at eitt er at føra ein virknan andstøðupolitikk. Men nú heldur hann, at andstøðan ger ov nógv av viðhvørt.
Tað, hann sipar til, er allir fyrispurningarnir, sum verða settir fram í tinginum.
Eitt, sum hevur eykent hesar 100 dagarnar, nýggja samgongan hevur sitið, er, at andstøðan hevur sett seta nógvar fyrispurningar fram í tinginum.
? Talið á fyrispurningum er økt munandi hesa seinastu tíðina og tað er ongin loyna, at serliga tjóðveldisflokkurin er sera virkinsigur løgmaður.
Tilsamans eru settir út ímóti 20 skrivligir fyrispurningar og av teimum eigur tjóðveldisflokkurin minst helvtina.
Hinvegin eru einir 60 munnligir fyrispurningar settir fram og av teimum eigur tjóðveldisflokkurin yvir 40. Talið á ófráboðaðum fyrispurningum er eisini sera stórt og heldur ikki har smæðist størsti anstøðuflokkurin burtur ímíllum.
À tí eina fundinum vóru einir 20 fyrispurningar til landsstýrismenninar og tað er eitt óhoyrt stórt tal.

Krevur nógva orku
? Arbeiðið í landsstýrinum er nú blivið soleiðis, at ein stórur partur av tíðini fer til at svara fyrispurningum frá tingfólkum, ásannar løgmaður.
Hann sigur, at tá ið talan er um skrivligar spurningar, verður tað kravt av landsstýrismanninum, sum verður spurdur, at hann gevur eitt rættiliga nágreiniligt svar. ? Sostatt fer nógv arbeiðið til at kanna skjøl og tilfari og at gera utrokningar í sambandi við spurningin og tað fer við nógvari tíð hjá landsstýrisfólkunum.
Løgmaður ásannar, at tinglimir hava fullan rætt til at seta spurningar fram.
? Men tað krevur eisini eina ávísa ábyrgd at hava hendan rættin. Og sum støðan er, kunnu vit eisini við fullun rætti spyrja, sum alt er líka rímiligt, sum spurt verður um.
Tað heldur løgmaður ikki og hann heldur, at viðhvørt er tað farið yvir gevind.
?Eg haldi, at endamálið við nógvum spurningum er ikki at fáa upplýsingar um ymisk viðurskifti fram. Endamálið er at gera vart við seg politiskt.
? Eg haldi eisini viðhvørt, at fremsta endamálið við spurningum at fáa landsstýrismenn í eina fellu við at spyrja teir viðkvæmar spurningar, sum teir næstan bara kunnu koma illa fyri av at svara uppá.
? Eitt nú fekk landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, um hann ætlaði at skriva út fleiri uppisjóvarloyvi og, hvussu tey skulu latast. Tað er almannakunnugt, at landsstýrið arbeiðir við tí málinum og tí kunnu vit spyrja um endamálið við at seta slíkar spurningar fram.
? Tað eru dømi um, at tingmenn spyrja somu spurningar upp í saman. Teir seta fyrst einum landsstýrismanni ein munnliganf yrispurning og so beint aftan á seta teir sama landsstýrismanni sama spurning, skrivliga.
? Tað eru eisini dømi um, at landsstýrismenn fáa ein spurning, men at teir aftaná spyrja løgmaður akkurát sama spurning stutt eftir.
Hann nevnir útlendingalógina, málið um tíðindaskrivið hjá Bárði Nielsen í sambandi við figgjarogina og málið um persónsupplýsingar sum tvey dømi

Formansskapurin má leggja upp í
Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at viðhvørt verða spurningar settir, sum tað ikki er rætt at seta einum landsstýrismanni. Eitt nú varð løgmaður fyri stuttum biðin um at siga sína hugsan um eina útsøgn hjá Óla Breckmann í valstríðnum!!
Løgmaður vísur eisini á, at í sambandi við munnligar fyrispurningar, er talutíðin rættiliga stutt, men kortini fýra løgtingslimir ikki fyri at seta munnligar fyrispurningar fram við fimm ella seks undirspurningum, sum landsstýrismaðurin ongan møguleika hevur at svara við teirri talutíð, hann hevur.
Jóannes Eidesgaard heldur tí, at formansskapurin í løgtinginum eigur at taka hetta málið upp.
? Fosmansskapurin eigur at áleggja tingfólkum at seta munnligar fyrispurningar soleiðis, at tað ber til at svara teimum við tí avmarkaðu talutíð, sum er til taks.
? Sostatt eigur formansskapurin at seta sum treyt, at munnligir fyrispurningar eru so stuttir og einfaldir, at tað ber til at svara uppá tað stuttu talutíð, sum landsstýrismaðurin hevur til taks, sigur løgmaður

MYND AV LØGTINGINUM

? Løgtingslimir hava fullan rætt at spyrja, men eg haldi, at tað er farið yvir gevind, sigur løgmaður og nú heldur hann, at formansskapurin má leggja upp í