Ferðafólk upplivdu bygdamentan

Í gjár skipaði Tórshavnar kommuna fyri forvitnisligum tiltaki í teimum trimum oyggjunum í kommununi.

Í gjár - leygardagin 30. mai - skipaði Tórshavnar kommuna fyri forvitnisligum tiltaki í teimum trimum oyggjunum í kommununi, Hesti, Koltri og Nólsoy. Tiltakið varð rópt "Oyggjadagur".

 

Í Hesti var møguligt at gera gongutúrar og hoyra søguligar frágreiðingar um bygdina, umframt at gott var at fáa til matna. Í Koltri fingu ferðandi frágreiðing um býlingarnar á oynni, og høvi var eisini at síggja nýumvældu býlingarnar, Heima í Húsi.

 

Í Nólsoy var bygdarhugni við livandi tónleiki, uttanduragrill og ymiskari nólsoyarmentan, sum tað verður rópt, og her var eisini felagssangur niðri á bryggjuni.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at tvey stór ferðalið eisini vitjaðu bygdina í gjár. Tryggingin var í oynni við umleið 170 fólkum, og Strandferðslan var við umleið 160 fólkum.

 

Viðhefta mynd, sum liggur á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - er tikin á bryggjuni í Nólsoy í gjárkvøldið, tá skipað varð fyri felagssangi.