Ferðafólkasambandið millum Føroyar og Skotland eigur at verða uppafturtikið!

Spurningurin er, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja møguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Føroyar og Skotland?

Ásannandi at avgerð samgongunnar, við sjálvstýrisflokkinum á odda, um at niðurleggja ferðafólkasambandið millum Føroyar/Aberdeen var sera óheppin og helst hevur skatt umdømi Føroya sum ferðaland var tað, at Miðflokkurin í skrivi dagfest 14.03.97 og aftur í skrivi 09.05.97 heitti á táverandi landsstýrismann í samferðslumálum um at finna eina loysn ferðafólkaflutninginum viðvíkjandi.

Í frágreiðing til Føroya landsstýri »Sjófarleið til Skotlands« verður m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi umleið 11% av samlaða ferðafólkatalinum.


Eigur at verða

tikið uppaftur

Miðflokkurin er av teirri áskoðan, at ferðafólkasamandið millum Føroyar/Skotland eigur at verða tikið uppaftur og at farmaflutningur eigur at verða tryggjaður so nøktandi sum gjørligt. Hvat ferðafólkaflutningi viðvíkur, kundi ein loysn verið t.d. at siglingin bert var um summarið ? einar 4,5 mánaðir um árið.

Av Strandferðsluni hevur verið upplýst, at slík sigling helst hevði givið eitt hall uppá kr. 600.000. Tá er roknað við somu ferðaseðlaprísum sum hava verið galdandi, tá Smyril á sinni røkti farleiðina.

Javnvágur ? kanska eitt avlop ? kundi fingist til vega, við at ferðaseðlakostnaðurin varð hækkaður nakað og annars við øktari tænastu.

Framvegis kundi tá føroyingurin havt møguleikan fyri eini »bíligari« ferð til eitt land, har gott og bíligt er at ferðast í.


Nógvir fyrimunir

Umframt, at tað úr Skotlandi er vegasamband til Europeiska meginlandið, eigur at havast í huga, at í Skotlandi eru nógvir útbúgvingarstovnar, alternativir vinnumøguleikar og stórir møguleikar fyri samhandli.

Í nevndu frágreiðing verður m.a. sagt: »tað er tó trupult at seta neyv tøl á ávirkan av betri sambandi við Skotland, men tað er givið, at gott samskifti við Skotland hevur positiva ávirkan fyri føroyska samfelagið á tann hátt, at møguligt er at fáa hægri prís fyri partar av útflutningsvøruni, at møguligt er at fáa bíligari innflutningsvøru. Harumframt gevur samskifti menningarmøguleikar bæði fyri vinnuni og fyri føroysku mentanina«.

Einki er at ivast í, at áhugamál í Skotlandi høvdu áhuga í at ferðaflutningssambandið landanna millum kom í eina nøktandi legu, og kundi tað tí kanska verið eitt hugskot hjá t.d. landsstýrinum at kanna henda møguleika og fingið eitt skilagott samstarv í lag.


Hvat ætlar landsstýrið

at gera?

Nú oljuvinna eisini eftir øllum at døma stendur fyri durum, eigur landsstýrið at kenna ábyrgd og viðvirka til loysnir, eisini á nevnda øki, sum í síðsta enda uttan iva fara at roynast samfelagsgagnligar.

Mong bíða tí nú, og ynskja at frætta, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja møguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Føroyar og Skotland?


      Eiði 14.02.98

      Tordur J. Niclasen