Ferðafólkaskipið Island Sky vitjar í Vági

Í morgun klokkan 7.30 kom ferðafólkaskipið Island Sky á Vág, skrivar vagur.fo. 

 

Farna vika var merkt av, at trý ferðafólkaskip komu á Vág, og í morgun, 2. juli, kom enn eitt skip á Vág. Hesaferð er tað Island Sky, ið er systirskip hjá Hebridean Sky, sum vitjaði Vág mánadagin í farnu viku. Umborð eru 98 ferðafólk og manningin er 80 í talið. Ferðafólk eru úr Stóra Bretlandi og USA.

 

Skipið er á eini ferð, sum byrjar í Aberdeen og fór umvegis ymsar havnir í Skotlandi og Hetlandi, áðrenn skipið vitjar Runavík, Vestmanna og nú Vágs Havn: Ferðin gongur so aftur til Skotlands og endar í Oban. 

 

Ferðafólkini fór á útferð við bussi í Suðuroynni og til gongu niðan á Eggjarnar.

 

Island Sky fór avstað aftur klokkan 13.00.