Ferðafólkatalið vaks 47 prosent

Eftir tveir slakar mánaðir við lítlum vøkstri, setti ferðafólkatalið í mars met. Vøksturin var 47 prosent, og samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum higartil í ár er sostatt 16,4 prosent.

 

Eftir tveir slakar mánaðir við lítlum vøkstri, setti ferðafólkatalið í mars met. Vøksturin var 47 prosent, og samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum higartil í ár er sostatt 16,4 prosent.

 

7160 fleiri ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í mars 2015, samanborið við mars 2014. Higartil í ár hava 50.821 ferðafólk brúkt flogvøllin sum sítt portur til útheimin.

 

Vága Floghavn skrivar, at nógv fyrireiking var upp til væntaðu ferðsluna í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars. Umframt tað, at Atlantic Airways hevði sett meira inn fyri at nøkta tørvin, so hevði flogvøllurin fingið hópin av øðrum fyrispurningum frá øðrum flogfeløgum og einstaklingum um, at tey vildu flúgva til Føroyar fyri at uppliva sólarmyrkingina. Flestu av teimum flogfeløgunum og einstaklingunum sum komu til sólarmyrkingina vóru í Føroyum fyri fyrstu ferð, og kravdi hetta eyka fyrireiking.

 

Síðan nýggja farstøðin bleiv tikin í brúk, hevur hon ongantíð fyrr verið karmur um so miðsavnaða og miðvísa ferðslu. Starvsfólk, hølir, tól og annað stóð sína roynd dagarnar rundanum sólarmyrkingina. Eiheldur vóru seinkingar 20. marts, tá ið fleiri enn 17 flogfør komu og fóru umvegis Vága Floghavn.

 

– Øll sum starvast á flogvøllinum, hjá Atlantic Airways og onnur gjørdu ein stóran innsats fyri at tryggja, at ferðafólkini fingu eina so góða uppliving sum gjørligt, og eftir at hava fingið takkarbrøv frá operatørum, ferðavinnusmiðjum og øðrum, kunnu vit nú staðfesta, at tað eydnaðist til fullnar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.