Árni Olsen, formaður í ferðavinnufelagnum, sigur, at gongdin er ørkymlandi.
- Vøksturin í ferðavinnuni er steðgaður upp. Ynskir man vøkstur í ferðavinnuni, so er hetta ikki nøktandi.
Árni Olsen heldur, at Føroyar hava staðið seg illa í kappingini um ferðafólkini, síðani koronufarsóttin nærum oyðilegði ferðavinnuna.
- Flestu lond hava arbeitt hart við at fáa ferðafólk. Nógv visit-feløg hava fingið stórar eykajáttanir til at starta upp aftur, men í Føroyum hevur man ikki gjørt tað.
Árni Olsen heldur, at í staðin fyri at skipa nøktandi karmar til ferðavinnuna, hevur kjakið snúð seg um gongd í haga, og tað hevur órógvað arbeiðið at skipa ferðavinnuna skilagott.